Nýggir menn brúka sama fólkið

Hjá 07 Vestur eru liðformaðurin og ein aftrat ikki tøkir í Fuglafirði

Karl Løkin er liðformaður hjá ÍF

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF í lykladysti í botnstríðnum hevur vitjan av 07 Vestur.

 

Hetta er fyrsti dystur hjá ÍF, síðani tað í vikuni varð boðað frá, at tveir kendir menn í ÍF og føroyskum fótbóltshøpi nú hjálpa Agnari Prestá við venjingini. Talan er um fyrrverandi ÍF stuðlarnar Abraham Løkin og Bartal Eliasen, sum í vikuni hava verið við til venjingarnar. Á dómaraseðlinum undan dagsins dysti stendur Jóan Pauli Jacobsen at vera høvuðsvenjari.

 

Hjá ÍF eru í dag teir somu á listanum, sum hava verið tað seinastu ferðirnar. Haraftrat er Bogi Reinert Petersen aftur á ÍF miðvøllinum, eftir at hann hevur verið leikbannaður síðani reyða kortið, hann fekk, tá ið ÍF tapti 1-0 í Sørvági.

 

Hjá 07 Vestur er liðformaðurin Martin Tausen leikbannaður, og Zoran Vujovic er skaddur.

 

07 Vestur er á sjeynda plássi við 17 stigum, og ÍF er á níggjunda plássi við 12 stigum.

 

07 Vestur hevur spælt 18 dystir, og ÍF, sum eigur útsettan dyst ímóti HB, hevur spælt 17 dystir.

 

Tá ið 07 Vestur í triðja umfari var í Fuglafirði, endaði tað við 3-1 heimasigri. Ta ferðina skoraði Filip Djordjevic tvey av ÍF málunum og Uros Stojanov eitt mál. Hvørgin teirra er longur í Fuglafirði. Erling Myklebust skoraði málið hjá 07 Vestur. Hann fór fyrr í summar aftur til Noregs.

 

Karl Løkin er liðformaður hjá ÍF