Donsk kanning: Blái blokkur stendur til at vinna

– men Løkke og føroysk og grønlendsk umboð kunnu gerast avgerandi. Reyði blokkurin fær 83 fólkatingslimir og blái 85, meðan lillaðu moderatarnir hjá Løkke fáa 7 umboð sambært veljarakanning, ið varð kunngjørd í morgun

Hetta er aðruferð í hesum valskeiðinum, at blái blokkurin hevur yvirtakið á reyða blokkinum. Munurin er tó so mikið lítil, at verður hetta úrslitið so fær fyrrverandi vinstri-formaðurin og forsætisráðharrin sína dreymastøðu, har hann verður tungan á vágskálini.

 

- Vit eru ikki blá, vit eru ikki reyð. Vit hava blandað litirnar. Vit eru lillafarvað.

 

 Soleiðis segði Lars Løkke Rasmussen frá talarstólinum, tá Moderatarnir vórðu stovnaðir Grundlógardagin 5. juni í ár.

 

Hóast greiðu útmeldingarnar um at verða óheftur av litum og blokkum, so er Lars Løkke ikki sloppin undan spurninginum, ið ein og hvør nýggjur flokkur verður spurdur í Danmark. Men tá hann verður spurdur hvønn Moderatarnir peikað á, svarar Løkke, at alt grundarlagið undir Moderatunum, er at “bróta teir politisku blokkarnar” og at fremja politikk, sum veruliga “broytir og bøtir”.

 

Úrslitið av nýggju kanningini bendir eisini á, at umboðini úr Grønlandi og Føroyum kunnu fara at sita við avgerandi atkvøðunum valkvøldið.

 

Ein annar flokkur, sum eisini verður at finna á atkvøðuseðlunum í Danmark fyri fyrstu ferð, er Danmarksdemokratarnir – Inger Støjberg. Fyri tveimum vikum síðani fekk hon langt omanfyri tær neyðugu 20.182 undirskriftirnar uppá minni enn eitt døgn fyri at kunna stilla upp – sum er met.

 

Mong hava spátt Danmarksdemokratarnar at gera eitt gott val, men ongin hevði torað at droymt um tølini nýggi flokkurin fekk í veljarakanningini í morgun, sum Megafon hevur gjørt fyri Tv2 og Politiken. Flokkurin fekk 10,8% av atkvøðunum, og liggur á einum fjórða plássi aftanfyri Javnaðarflokkin (21,7%) Konservativa Fólkaflokkin (13,4%) og Vinstra (13,1%).

 

Verri sær út hjá Danska Fólkaflokkinum. Vit skulu bara aftur til 2015 tá DF varð størsti flokkur í bláa blokkinum við 37 fólkatingslimum. Á valinum í 2019 fekk flokkurin 16 umboð vald. Í dag eigur flokkurin bara seks, av teimum 16 valdu umboðunum í 2019. Ein av teimum ið er rýmdur, er Kristian Thulesen Dahl, sum bæði er fyrrverandi floksformaður og ein av floksins stovnarum. Í veljarakanningini frá í morgun stendur flokkurin til at enda undir markinum og at rúka heilt úr Fólkatinginum.

 

Hóast Javnaðarflokkurin stendur til at missa 4,2% er hann enn nógv størstur. Trupulleikin á borgarliga veinginum er, at tað er trupult at fáa eyga á eitt valevni til forsætisráðharra. Mette Frederiksen hevur fyri stuttari tíð síðani alment sagt, at hon sær fyri sær eina stjórn, sum verður skipað tvørtur um miðjuna í donskum politikki. Hetta uppskotið varð ikki væl móttikið av teim borgarligu, ið tveittu tað har piparið grør.