Flogfarið varð móttikið við vatni, tá tað fyrstu ferð lendi í lufthavnini í Oslo. Nýggja farmarutan skal flyta 200 tons av laksi hvørja viku úr Gardermoen til Shanghai. Mynd: Avinor/Camilla Walla

Nýggj farmaruta millum Oslo og Shanghai

- Við einum kapasiteti á 100 tons hvønn túrin tvær ferðir um vikuna verður møguligt við hesi rutu at flyta stórar nøgdir av vørum millum londini

Flogfarið varð móttikið við vatni, tá tað fyrstu ferð lendi í lufthavnini í Oslo. Nýggja farmarutan skal flyta 200 tons av laksi hvørja viku úr Gardermoen til Shanghai. Mynd: Avinor/Camilla Walla

China Southern byrjaði hin 19. august eina nýggja farmarutu millum norska høvuðsstaðin Oslo og Shanghai í Kina.

 

- Við tveimum fráferðum um vikuna við 100 tonsum av laksi hvørja ferð fær norskt vinnulív ein størri kapasitet til týdningarmesta marknaðin hjá Noregi í Asia.

 

Ilaks.no veit at siga, at tað er eitt Boeing 777F-flogfar, sum flýgur hesa rutuna, og hetta er sambært heimasíðuni eitt av heimsins størstu farmaflogførum.

 

- Við einum kapasiteti á 100 tons hvønn túrin tvær ferðir um vikuna verður møguligt við hesi rutu at flyta stórar nøgdir av vørum millum londini.

 

Sagt verður, at fyri norskt vinnulív merkir hetta í fyrsta lagi øktur kapasitetur fyri fiskavørur, har stutt flutningstíð er avgerandi fyri vørudygd og haldbari.

 

Meira um hetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri:

 

https://ilaks.no/ny-fraktrute-skal-fly-200-tonn-laks-fra-gardermoen-til-shanghai-hver-uke/

 

 

 

 

 

Flogfarið varð móttikið við vatni, tá tað fyrstu ferð lendi í lufthavnini í Oslo. Nýggja farmarutan skal flyta 200 tons av laksi hvørja viku úr Gardermoen til Shanghai. Mynd: Avinor/Camilla Walla