Setur.fo:
Greinin Am I Like My Father? kannar faðirskap í Føroyum við støði í empiriskari gransking av samrøðum við føroyskar menn í fimtiárunum, sum vóru giftir og áttu børn.
Tvinnir spurningar verða viðgjørdir.
Í tí fyrra vórðu menninir bidnir um at lýsa síni egnu barnaár, viðurskiftini við pápan, hvat teir hava tikið við sær yvir í sín egna pápaleiklut og greiða frá framhaldi og sliti millum millum ættarliðini.
Í seinna spurninginum vórðu menninir bidnir um at lýsa seg sjálvar sum pápar, og hvussu teir tóku lut, tá teir høvdu børn.
Endamálið er at skjalfesta hugsanir um endurtiknar, arvaðar ella tillagaðar hugburðir um familjuna í tveimum ættarliðum í tveimum sosialum tíðarskeiðum.
Greinin er íkast í orðaskiftið um familju og kyn (gender) í Føroyum og roynir at nýhugsa nakrar ráðandi stereotypar fatanir av føroyskum pápum av “tí gamla slagnum”.
Lesið alla greinina her.