Breiðasta samgonga, vit hava havt í Føroyum, varð samgongan, sum varð skipað 11. januar í 1975 – aftan á løgtingsvalið í 7. november í 1974. Tá skipaði Atli P. Dam, formaður Javnaðarfloksins, aðru samgongu sína. Síðani 1970 hevði Atli Dam verið løgmaður í samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Men í 1975 fór Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð aðrar leiðir í eini samgongu, enn við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tá varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi.
Javnaðarflokkurin var størsti flokkurin 7 tingfólkum. Tjóðveldisflokkurin hevði 6 og Fólkaflokkurin 5 tingfólk. Tilsamans 18 tingfólk av 26, sum tó vóru í Løgtinginum. Tað gevur ein meiriluta upp á 69,2 prosent.
Meirilutin hjá samgonguni, sum verður skipað í dag, verður 22 av 33 tingólkum, sum er 66,7 prosent – sum er tann nógv størsti meirilutin síðani 1975.
Tað merkir, at samgongan fær meirilutan í øllum tingnevndum. Tilsamans eru 45 nevndarsessir, og tá samgongan telur 22 av 33 tingsessum, so fær samgongan 30 nenvdarsessir, og andstøðan fær 15. Og tað merkir, at samgongan fær meirilutan og formansskapin í øllum tingnevndum.
Talvan niðanfyri vísir, hvussu stóran meiriluta samgongur hava havt síðani fyrsta landsstýri í 1948:
|
Ár |
meirilutin |
tingfólk |
prosent |
|
2026 |
22 |
33 |
66,7 |
|
2022 |
18 |
33 |
54,5 |
|
2019 |
17 |
33 |
51,5 |
|
2015 |
17 |
33 |
51,5 |
|
2011 |
19 |
33 |
57,6 |
|
2008 |
20 |
33 |
60,6 |
|
2008 |
17 |
33 |
51,5 |
|
2004 |
21 |
32 |
65,6 |
|
2002 |
17 |
32 |
53,1 |
|
1998 |
18 |
32 |
56,3 |
|
1996 |
19 |
32 |
59,4 |
|
1994 |
18 |
32 |
56,3 |
|
1993 |
17 |
32 |
53,1 |
|
1991 |
17 |
32 |
53,1 |
|
1989 |
21 |
32 |
65,6 |
|
1989 |
18 |
32 |
56,3 |
|
1988 |
18 |
32 |
56,3 |
|
1985 |
18 |
32 |
56,3 |
|
1981 |
17 |
32 |
53,1 |
|
1979 |
20 |
32 |
62,5 |
|
1975 |
18 |
26 |
69,2 |
|
1970 |
14 |
26 |
53,8 |
|
1967 |
14 |
26 |
53,8 |
|
1963 |
15 |
29 |
51,7 |
|
1959 |
17 |
30 |
56,7 |
|
1955 |
15 |
27 |
55,6 |
|
1950 |
15 |
25 |
60,0 |
|
1948 |
12 |
20 |
60,0 |











