Fríggjadagin 14. apríl hevði Tjóðsavnið móttøku í samband við at tvær nýggjar framsýningar vera at síggja. Talan er um fastar framsýningar. Onnur snýr seg um seyð og ull og hin um føroysk klæði og siðbundið handverk.
Fitt av fólki komu til móttøkuna. Rannvá Winkler, savnsvørður greiddi frá, at man hevur arbeitt tilvitað við ljósi, ljóði og øðrum. Tey vitjandi sleppa at royna og merkja ávís ting. Teksturin, sum lýsir lutirnar, leggur upp til samrøður, so at tey vitjandi fáa høvið at hugleiða.
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur Ph.d. hevði framløgu um arbeiði við ull í fornøldini.
Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur greiddi frá føroyskum klæðunum, og livandi mentan.