Farið er nú í gongd við at savna allar kloakkirnar við økið við Sjógv í Kollafirði (sí kort). Talan er um eitt rættiliga stórt øki, har nýggjar kloakkir verða lagdar framvið vegi og áarbakkum, savnaðar saman og leiddar út á streymasjógv, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Arbeiðið er partur av spillivatnsætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri økið. Sáttmálin er júst undirskrivaður eftir innbodna lisitasjón. Felagið Maskingrevstur við Frank Hellesdal fekk arbeiðið. Tilboðið var uppá 3,1 miljón krónur og tað skal verða liðugt seint í heyst.