Skipið hevur pláss fyri nærum 1.000 ferðafólkum.
Ferðamannaskipið Viking Mira kom á Havnina klokkan átta í morgun og verður liggjandi til klokkan 18 í kvøld, upplýsir Tórshavnar havn.
Viking Mira er eitt spildurnýtt skip. Tað varð bygt á Fincantieri-skipasmiðjuni í Ancona í Italia og latið reiðarínum í mai í ár. Skipið er 239 metrar langt, 31 metrar breitt og hevur 499 ferðafólkakømur. Pláss er fyri í mesta lagi 998 ferðafólkum.
Viking Mira kemur úr Seyðisfirði í Íslandi og heldur eftir vitjanina í Føroyum leiðina fram til Bergen. Síðani gongur ferðin víðari til millum annað Geiranger, Molde og Flåm.
Skipið siglir undir norskum flaggi og er partur av flotanum hjá Viking Cruises. Sambært Tórshavnar havn er Torcargo Faroes umboðsfelag hjá skipinum í Føroyum.
Keldur: Tórshavnar havn, Viking Cruises og Fincantieri.













