Formaðurin í Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, heilsa upp á kvinnur, sum vórðu raktar av snyrilsmálinum, tá almenna umberingin varð givin í Katuaq í Nuuk 24. september 2025. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fyrstu kvinnurnar hava fingið endurgjald í snyrilsmálinum

Fýra grønlendskar kvinnur hava nú sum tær fyrstu fingið 300.000 krónur í endurgjaldi frá danska statinum.

Formaðurin í Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, heilsa upp á kvinnur, sum vórðu raktar av snyrilsmálinum, tá almenna umberingin varð givin í Katuaq í Nuuk 24. september 2025. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

353 kvinnur hava higartil søkt um endurgjald í snyrilsmálinum.

Fyrstu kvinnurnar hava nú fingið endurgjald frá danska statinum í umstrídda snyrilsmálinum í Grønlandi.

Talan er um fýra kvinnur, sum allar hava fingið 300.000 krónur í part.

Tað upplýsir Patienterstatningen, sum umsitur nýggju endurgjaldsskipanina fyri tær kvinnur, sum uttan samtykki fingu snyril ella aðra fyribyrging í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1991.

Higartil hava 353 kvinnur søkt um endurgjald.

– Vit eru fegin um, at vit longu nú kunnu lata fyrstu kvinnunum endurgjald. Tað eru tær, sum hetta snýr seg um. Kvinnurnar hava borið pínuna eftir ágangin við sær í nógv ár, sigur Karen-Inger Bast, stjóri í Patienterstatningen.

Hon vónar, at endurgjaldið kann hjálpa einstøku kvinnuni at seta punktum.

300.000 krónur í part

Fólkatingið samtykti 27. august lógina um endurgjald til kvinnurnar, og skipanin kom í gildi 1. september.

Kvinnurnar hava tó kunnað søkt síðani 1. juli, og tí hevur Patienterstatningen longu kunnað avgreitt fyrstu málini.

Endurgjaldið er 300.000 krónur fyri hvørja kvinnu, sum lýkur treytirnar.

Krøvini til skjalprógv eru linari enn í vanligum endurgjaldsmálum. Kvinnurnar noyðast eitt nú ikki at leggja gamla sjúkraskrá ella onnur skjøl frá tá fram. Tær skulu eftir bestu sannføring greiða frá, at tær fingu fyribyrging uttan samtykki, og gera tað sannlíkt við at lýsa hendingina.

Skipanin fevnir ikki bara um snyril. Hon fevnir eisini um kvinnur, sum uttan samtykki fingu hormonstav lagdan undir húðina ella fingu hormoninnspræningar.

Fleiri hundrað hava søkt

Talið av umsóknum er vaksið skjótt. 1. juli høvdu 93 kvinnur søkt, og fyrst í august var talið komið upp á 171. Nú eru umsóknirnar 353.

Patienterstatningen roknar vanliga við, at tað tekur umleið tríggjar mánaðir at avgreiða eitt mál, men viðgerðartíðin kann vera ymisk.

Freistin at søkja er 1. september 2028.

Vónar at kvinnurnar fáa frið

Danski heilsumálaráðharrin Ida Auken sigur við KNR, at hon vónar, at endurgjaldið kann geva teimum raktu kvinnunum nakað av friði.

Hon heldur tó ikki, at fyrstu endurgjøldini merkja, at punktum nú kann setast fyri snyrilsmálið.

– Um tað ber til at seta punktum fyri eina so langa og ógvusliga søgu, er helst ov tíðliga at siga, sigur hon við KNR.

Hon vónar eisini, at gongdin kann vera við til at skapa størri sátt millum Grønland og Danmark.

Keldur: KNR og Patienterstatningen