Hóskvøldið verður frumsýning av nýggja filminum hjá Katrini Ottarsdóttir, Ludo, í Norðurlandahúsinum
LUDO er ein nýggjur føroyskur spælifilmur við Leu Blaaberg, Hjálmari Dam og Hildigunn Eyðfinsdóttir. Skrivað og leikstjórnað hevur Katrin Ottarsdóttir.
Hóskvøldið 11. september kl. 19.30 verður almenn frumsýning av LUDO í Norðurlandahúsinum.
Allir leikararnir í filminum, leikstjóri og meginparturin av filmsliðnum verða til staðar á frumsýningini.
Frumsýningin er partvís fyri innbodnum, tvs. øllum teimum mongu, ið hava stuðlað filminum fíggjarliga og á annan hátt, men Norðurlandahúsið er tíbetur stórt, so pláss er eisini fyri øðrum.
Atgongumerki à 80 krónur kunnu keypast í Norðurlandahúsinum.
Eftir frumsýningina - frá fríggjadegi 12. september - fer filmurin at ganga í Havnar Bio í Havn, í Atlantis Bio í Klaksvík og í lítla Biografinum undir Gøtuni á Sandi (hjá Thomasi Koba).
Atgongumerki kunnu bileggjast longu nú.
Danskir stuðlarar og onnur, sum hava tilknýti til filmin, men búgva niðri, verða boðin til frumsýning av Ludo í Valby Kino hósdagin 18. september. Hendan sýning er bert fyri innboðin.
Almenn frumsýning av Ludo verður á Færøske Biodage 25. september-2. oktober á Norðurbryggjuni og í Cinematekinum, TRÝST HER
Um sama mundið fer filmurin eisini at ganga í ymsum biografum í Danmark. Fyribils eru avtalur gjørdar við 4 biografar - Valby Kino (í Valby), Øst for Paradis í Aarhus, Cafébiografen í Odense og Biffen í Aalborg.
Byrjunardato fyri sýningar í hesum biografum er ikki endaliga fastsettur enn, men verður kunngjørdur í næstum.
Vit bíða eftir svari frá tveimum biografum í Keypmannahavn.
Um filmin
LUDO er eitt psykologiskt drama um eina 11-ára gamla gentu, ið er fangað sum gísli millum myrka sinnalagið hjá mammuni og hjálparloysið hjá pápanum. Filmurin fer fram eitt samdøgur hjá hesi ungu familjuni. At síggja til ein vanlig, eydnurík familja – mamma, pápi og dóttir – men skjótt merkist, at her býr okkurt óunniligt undir yvirflatanum.
Høvuðsleikarar í filminum eru Lea Blaaberg, Hjálmar Dam og Hildigunn Eyðfinsdóttir.
Aðrir leikarar eru Bárður Persson og Gunnvá Zachariasen.
Filmurin varð tikin upp á Sandi í august í fjør, og filmsliðið var - við einum undantaki - manna við føroyingum:
Katrin Ottarsdóttir - handrit & leikstjórn
Natascha Rydvald (DK) - myndatøka og ljós
Edward Fuglø - senografi og búnar
Jón McBirnie - ljóð
Rógvi Rasmussen - myndatøkuhjálparmaður, ljós og B-foto
Kenneth Jørgensen - klapp, ljós og D.I.T.
Sigtórur Andreasen - allahandamaður
Janus Hansen - hjálparfólk
Hjørdis H. Eide - hjálparfólk
Barbara Hilduberg - hjálparfólk
Annie Eystberg - seyming
Inge Petersen & Elsa Petersen - kokkar
Hugin Eide - framleiðslustjóri
Katrin hevur sjálv klipt filmin.
Myndaeftirviðgerð varð gjørd hjá Larsen VFX í Keypmannahavn, og ljóðeftirgerð (foley) hjá Takt & Tone, eisini í Keypmannahavn.
Filmurin er mixaður partvís í Studio Bloch í Havn og hjá SDI Media í Keypmannahavn. Jón McBirnie hevur staðið fyri ljóðeftirarbeiðnum.
Tónleikin til filmin hevur danski filmkomponisturin Sune Køter Kølster gjørt.
Kostnaður og fígging
Filmurin hevur kostað uml. 800.000 krónur at gera. Hetta er millum 5 og 10 % av hvat ein meðal danskur spælifilmur kostar at gera.
60% (480.000 krónur) av framleiðslkostnaðinum eru fíggjaðir við stuðli frá føroskum grunnum, stovnum og privatum fyritøkum umframt einum hópi av privatpersónum, ið lótu størri og smærri upphæddir til tvey sonevnd áhugafíggingarátøk (crowd funding). Restin (320.000 krónur) er eginfígging frá Blue Bird Film hjá Katrini Ottarsdóttir og Hugini Eide.
Grunnar og stovnar ið hava veitt fíggjarstuðul eru: Mentunargrunnur Landsins, Filmsgrunurin hjá Mentamálaráðnum, Filmsgrunnur Norðurlandahúsins og Klippfisks, Tórshavnar Kommuna, Visit Faroe Islands, Fjølrit, Sands Kommuna og Danske Filminstruktører.
Privatar fyritøkur, ið hava stuðlað, eru: Hotel Føroyar, Faroe Ship, Bank Nordik, Effo, Advokatskrivstovan, Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, P/f Poul Michelsen, SIRI, SPEKT og Advokatfelagið.
Í tveimum umførum varð skipað fyri sonevndum áhugafíggingarátøkum (crowd funding) á alnótini, og tilsamans 98 privatpersónar úr Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi, Pólandi, Týsklandi og USA hava á tann hátt stuðlað filminum við upphæddum millum 15 og 250 €.
Aftrat beinleiðis fíggjarstuðli hevur t.d. Kameraudlejingen í Keypmannahavn stuðlað við 75 % avsláttri upp á leigu av upptøkuútgerð, eins og eitt nú Kringvarpið og Klippfisk lótu ókeypis ljósútgerð og aðra útgerð til upptøkurnar.
Leinki:
Trailari: http://vimeo.com/katrinottarsdottir/ludotrailer (embed-kota fæst við at klikka á "pappírsflúgvaran" ovast til høgru á myndini).
Facebooksíða: https://www.facebook.com/LudoAFeatureFilmByKatrinOttarsdottir
Heimasíða: http://www.bluebirdfilm.dk/Ludo.html
Filmurin er 71 minuttir til longdar.
Ljóðið er 5.1 surround.