Nýggjur føroyskur spælifilmur í biografinum

Tveir menn blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum

Spælifilmurin »111 góðir dagar« er byrjaður at ganga í Havnar Bio. Tað er ein filmur á 95 minuttir, sum snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja.

 

Talan er um ein svartan skemtifilm, ið millum annað viðger yvirgangin frá ungdómi til vaksnamannalívið.

 

Nógv kend andlit eru við í filminum. Høvuðsleikarar eru Búi Dam, Torkil Tórgarð, Mariann Hansen, Annika Hoydal og Kjartan Hansen.

 

Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum Pætur Marjunarson Dahl hevur framleitt í samstarvi við KVF.

 

Niðanfyri kanst tú síggja ein trailara av filminum

 

##med2##