Magnus Hansen hevur teknað nýggja frítíðarskúlan

Eiðis kommuna og Sp/f Búð hava undirskrivað sáttmála um frítíðarskúla, sum skal byggjast undir Kolshjøllum á Eiði, og sum er teknaður í samstarvi við leiðslu og námsfrøðingar

 

 

 

Á bygdaráðsfundi hin 16. desember samtykti Eiðis bygdaráð, kommunan skuldi undirskriva sáttmála við Sp/f Búð um at byggja nýggjan frítíðarskúla undir Kolshjøllum á Eiði. 

 

Tað er Magnus Hansen sum hevur teknað frítíðarskúlan, sum er teknaður í samstarvi við leiðslu og námsfrøðingar á økinum.

 

Seinastu árini hevur frítíðarskúlin í Eiðis kommunu húsast í einum sethúsum, so eingin ivi er um, at nýggju umstøðurnar fara at koma væl við.   

 

Frítíðarskúlin verður bygdur undir Kolshjøllum. Talan er um økið beint eystanfyri skúlan, og vegur verður gjørdur niðan til lendið.

 

- Frítíðarskúlin verður lagdur soleiðis, at børnini frítt kunnu ganga úr skúla og yvir í frítíðarskúla - uttan, at tey skulu yvir um nakran veg, og frítíðarskúlin skal standa liðugur til skúlaársbyrjan 2027.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at tá sáttmálin varð undirskrivaður, segði Anfinnur Kruse, stjóri í Sp/f Búð nøkur orð, og hann takkaði eisini fyri álitið og góðar samráðingar og segði seg gleðast til eitt gott samstarv.

 

- Vit takka eisini Sp/f Búð fyri góðar samráðingar, og vit gleða okkum til eitt gott og spennandi samstarv, siga tey í Eiðis kommunu.

 

##med2##

 

 

Anfinnur Kruse og Tonny Kruse fyri Sp/f Búð og Jógvan í Skorini og Tove K. Samuelsen fyri kommununa