Seinastu árini hava ensku fótbóltsfeløgini úr fínasta selskapinum, Premier League, fingið hvassar átalur fyri høga atgongumerkjaprísin til dystirnar. Atgongumerkini eru blivin so dýr, at nógv fólk við vanligum arbeiði snøgt sagt ikki hava ráð at hyggja eftir Premier League-fótbólti á sjálvum leikvøllinum.
Enn dýrari er tað hjá teimum, ið velja at stuðla sínum hjartafelagi, tá ið spælt verður á útivølli. Tá ið ferðast skal til útidystir fylgja ferðaútreiðslur eisini við, og tí gerst tað skjótt eyka stríggið hjá bretunum at stuðla sínum liði, tá ið teir skulu ferðast á bretska meginlandinum.
Atgongumerkjaprísirnir eru hækkaðir stigvíst seinastu árini, men fyrr í dag varð kunngjørt, at nú verður eitt hámark sett fyri prísin hjá útivallaráskoðarum.
Í komandi kappingarári verður tað nevniliga soleiðis, at onki felag í Premier League sleppur at selja síni atgongumerki fyri meir enn 30 pund. Hetta váttar almenna heimasíðan hjá Premier League.
Ein bretskur fjepparafelasskapur, Football Supporters Federation, kravdi annars, at hámarkið varð til 20 pund, men hetta krav bleiv ikki lokið í fyrstu syftu.