Nýggjur málverji á landsliðnum

U-21 landsdystur: Bárður á Reynatrøð verjir málið í undankappingardystinum ímóti Armenia

Klokkan 17.30 fer walisiski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð á Svangaskarði í kvøld.

 

Talan er um EM undankappingardyst millum U-21 landsliðini hjá Føroyum og Armenia.

 

Sammett við teir fyrstu ellivu, sum vóru á vøllinum í 2-2 vinardystinum ímóti Íslandi hósdagin í síðstu viku, eru tvær broytingar á føroyska liðnum. Málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð, er nýggjur maður millum stólparnar, og Noah Mneney er nýggjur á føroyska miðvøllinum.

 

Tað ber til at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum, og tað er beinleiðis frásøgn at hoyra á FM1 midlar.fo og tekstfrásøgn á https://www.dystir.fo/infomatchdetails/4534

 

 

 

 

 

Føroyar – Armenia kl. 17.30

 

U-21 EM undankapping

 

Týsdagin 8. juni 2021 kl. 17.30

 

Dómari: Robert Ian Jenkins úr Wales

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, Middelfart BK, Samuel Johansen Chukwudi, HB, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur, Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Noah Mneney, Víkingur, Lukas Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ

 

Á beinkinum: Peter Bergmann Hansen, Middelfart BK, Bjarni Vitalis Mørk, HB, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Steffan A. Løkin, B68, Áki D. Samuelsen, HB, Ingi Jonhardsson, Víkingur, Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ, Áki Arge, EB/Streymur, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF

 

Venjari: Sámal Erik Hentze