Tvey nýggj partafeløg eru skrásett í partafelagsskránni.
Sp/f Byggifleks er eitt entreprenørfirma, sum Poul Hansen hevur stovnað og sum Sámal Frederik Peter Lorentz á Krákusteini er stjóri í.
Sp/f 02.12.05 skal reka virksemi innan handil, ráðgeving, eiga partabrøv og partapening og annað virksemi í hesum sambandi. Tað er Mariann Klein Ivansdóttir ið hevur stovnað felagið.
Sp/f Jacob Lützen hevur hækkað partapeningin í felagnum við nærum einari millión, úr 81.000 upp í 1.056.000 krónur.
O.K. Heilsøla-Maskinur hevur skift stjóra. Álvur Joensen hevur tikið við eftir Óla Karl Svend Hansen.
Stjóraskifti í Føroya Tele sæst nú aftur í dóttirfelagnum P/F Formula, har Jan Ziskasen er vorðin nevndarformaður í staðin fyri Kristian Reinert Davidsen.