Elsbet er nýggjur kommunuskrivari

10 umsóknir vóru til skrivarastarvið í Nes kommunu, sum nú er sett.

 

 

Elsbet Ellingsgaard Magnussen er sett sum nýggjur kommunuskrivari í Nes kommunu.

 

Tað var á bygdaráðsfundi hin 31. mai, at bygdaráðið í Nes kommunu samtykti at seta Elsbet Ellingsgaard Magnussen, ið er búsitandi í Saltnesi, sum nýggjan kommunuskrivara.

 

- Elsbet, sum er 28 ára gomul, hevur ymiskar arbeiðsroyndir. Hon hevur seinastu árini verið í skrivstovulæru hjá Nes kommunu, hevur BA í politikki og umsting frá Fróðskaparsetur Føroya árini 2014-2018 og ávegis at taka M.S.Sc.

 

Tað vita tey í Nes kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at 10 umsóknir vóru til skrivarastarvið.