Nýggjur spælari til HB

Betri deildin menn: HB hevur fingið tilgongd av donskum høgra bakki

HB hevur í dag gjørt sáttmála við Mathias Voss, sum farnu tvey árini hevur spælt við 07 Vestur. Hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

22 ára gamli høgri bakkurin er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur seinastu tvey árini spælt á høgra bakki hjá 07 Vestur. Hann hevði kós móti norskum fótbólti, men skiftið bleiv av ongum.

 

HB hevur verið væl sett á høgra bakkinum við Hanusi Sørensen og Hera H. Mohr, men fyrrnevndi er fluttur fram á miðvøllin, meðan Heri H. Mohr skiftir til lægri deildirnar í norskum fótbólti.

 

HB hevur frammanundan fingið tilgongd av Magnusi Holm Jacobsen, Mohamed Samba, Rasmusi Nilsson, Emmanuel Duah og Eliasi Rusborg.