Í sambandi við bilaframsýningina í Geneve í mars standa bilverksmiðjurnar í bíðirøð við nýggjheitunum.
Størsta nýggjheitin hjá Toyota er C-HR, ið er ein spildur nýggjur crossover. C-HR stendur fyri Compact High-Rider.
Toyota hava í nøkur ár arbeitt við einum crossover, sum hevur verið sýndur fram við ymiskum broytingum á fleiri bilaframsýningum. Nú sær tað út til, at teir eru við at koma á mál, og úrslitið er hesin C-HR, sum verður at síggja í Geneve.
Við C-HR tekur Toyota upp kappingina í skjótast vaksandi bilklassanum í Evropa. Sølan av smáum crossover vaks við 36 prosentum í fjør til 1,04 milliónir bilar.
C-HR er bygdur yvir Prius plattformin, og er tekniskt ein hybridbilur eins og Prius við bensin- og elmotori. C-HR er teknaður á Toyota designsentrinum í Nice á Fraklandi.