Tað siga tey á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunuskúla.
Sagt verður um Fróða, at hann er argjamaður og er útbúgvin lærari.
- Hann hevur eina master í positivari sálarfrøði frá Århus Universiteti og eina master of science in psychology á California Coast University.
Lagt verður aftrat, at Fróði Hansen hevur starvast sum lærari og samskipari á Lopfjølini í Havn síðan 2016.
- Fróði byrjaði í starvinum sum varaskúlastjóri hin 3. januar, og vit ynskja honum vælkomnum, siga tey í Runavíkar kommunuskúla.