Nýggur maður er á TB beinkinum

Víkingur skal svara aftur á heimavølli eftir kiksaran hósdagin á Toftum

TB er á veg norður til Gøtu við nýggjum ábyrgdarmanni. Nýggi venjarin Lars Heiliger úr Týsklandi lendi í Føroyum í gjár. Hann hevur sostatt ikki verið so nógv saman við spælarunum, nú teir fyrireika seg til avbjóðingina í Sarpugerði seinnapartin.

 

Karl Østur hevur havt ábyrgdina, síðani Michael Winter takkaði fyri seg, og hann hellir nýggi venjarin seg sjálvandi til ídag. Mark Kongstedt er ikki á TB listanum í dag, tí hann er leikbannaður. Ndende hevur verið skaðadarvaður. Tað er ivasamt, um hann er førur fyri at vera við frá byrjan.

 

-Spælið hevur verið á góðari leið seinastu ferðirnar, og vit vóna og rokna eisini við, at tað skal fara at eydnast at vinna úrtøku, sigur TB miðvallarin John Villi Wøldike Leo.

 

Hjá víkingunum var tað vónbrot, at tað hósdagin á Toftum ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Umframt langtíðarskaddu Finn Justinussen og Ara Olsen er Signar á Brúnni ikki tøkur. Hann er skaddur í økslini.

 

Tá ið TB í fyrsta umfari var í Sarpugerði, endaði tað við 1-0 heimasigri. Finnur Justinussen skoraði málið í 95. minutti.