Petur Petersen, alias Petur Øl, er stjóri á nýggja bryggjarínum Oy

Nýtt bryggjarí við brewpub í Havn

Í gjár lat upp nýtt bryggjarí í Havn. Talan er um bryggjaríið Oy, sum heldur til í gomlu hølunum hjá Havnar Timburhandli á Hálsi í Havn, har tey eisini hava eina brewpub.

Petur Petersen, alias Petur Øl, er stjóri á nýggja bryggjarínum Oy

Øl hevur altíð verið bryggjað í Havn - og tað mest legendariska ølið av øllum var Restorff's, sum hevur sínar røtur aftur um einahandilstíðina, ja líka aftur til 1847, tá gamli Restorff fór undir sítt handilsvirksemi, sum eisini fevndi um ølbryggjarí. Síðani hava vit eisini hava ølið Ydun – og enn hava vit ølið Okkara í kommununi – á Velbastað.

Petur Petersen er stjóri á nýggja bryggjarínum Oy. Hann er gamal í garði í bryggjarívinnuni – uppvaksin á ølgoymsluni hjá Føroya Bjór, sum foreldur hansara høvdu á Orknoyarvegi í Havn, fekk hann av góðum grundum longu sum smádrongur eyknevnið Petur Øl, sum hann framvegis hevur – og seinni varð hann eisini leiðari á bryggjarínum Okkara.

Hjá honum tað sum vera man ein stór løta, tað nýggja bryggjaríið lat hurðarnar upp í gjár.

– Hetta er ein stór løta hjá okkum øllum, helt hann fyri.

 

##med2##

– Tá veðrið er sum í dag, so siga vit at tað er ølveður, helt hann skemtiliga fyri, áðrenn hann skálaði við fyrstu ølini.

Hann greiddi síðani frá tilgongdini, og um, hvussu hetta við nýggja bryggjarínum kom í lag.

– Tað var ein leygardag í juni í 2020, at eg hitti Johannes Jensen niðri á Tarv, greiddi hann frá. Tarv er matstova hjá Gist & Vist, sum heldur til í gomlu hølunum hjá Poul Hansen heilsølu í Vágsbotni – sama fyritøka, sum eigur bygningin hjá Timburhandlinum á Hálsi, og sum er ein av stóru partaeigarunum í Gist & Vist samtakinum.

 

##med3##

– Hann greiddi mær frá, at hann hevði eitt spennandi prosjekt í gongd. So fóru vit her niðan á Háls í ein tóman bygning, og seks tímar seinni, so var bryggjaríið í gongd, segði Petur Petersen.

Hann greiddi frá, at nógvir aktørar eru við í verkætlanini. Einir 60 í tali, sum nú eiga í bryggjarínum.

##med4##

 

– Fólk hava verið spent, og her hava verið nógvar veitslur og konsertir, sjálvt um tað hevur verið eitt byggiplássi. Men tað hevur gingið væl kortini, og øll hava viljað sloppið inn.

Petur Øl vísir á, at seinastu 10-12 árini ella so hevur áhugin vaksið nógv her heima í sambandi við øl, bæði í Rúsuni og í barrum kring landið.

##med5##

 

– Ølmentanin er í vøkstri, so tað er stórur áhugi fyri tí eisini innan ferðavinnuna – og eitt sindur til útflutnings eisini, sum vit á Oy eisini ætla okkum í holt við, sigur hann.

Og her vísir hann góða samstarvsfelaga teirra, Mikkel Borg Bjergsø, sum er maðurin aftan fyri danska ølmerkið Mikkeller, sum hevur havt góðan vind í seglunum seinastu árini.

##med6##

 

– Hann er ein góður ølambassadørur fyri Føroyar í ferðavinnuhøpi, og tá vit eru á ølmessum í Danmark og aðrastaðni. Hann hava vit samstarvað við síðani 2011, greiðir Petur Øl frá. 

– Vit fara eisini at bryggja sum útflutning til hansara, segði Petur Øl, sum vísti á, at tað eru tvey ting, sum eru ein fortreyt fyri eitt bryggjarí, sum skal standa segði kappingini. Tey eru smakkur og marknaðarføring.

##med7##

 

– Og so vil eg siga, at tænasta eisini er ein týdningarmikil partur, og tað haldi eg, at Oy hevurs stýr uppá, segði Petur Øl.

Oy hevur ein bryggjara úr Italia, og í sambandi við, at nýggja bryggjaríið nú er farið í gongd hava tey eisini havt ein bryggjara frá Warpig, sum er ein kend brewpub – bryggjaríbarr – í Keypmannahavn.

##med8##

 

– Og júst hetta við eini brewpub er nakað nýtt í Føroyum – eitt bryggjarí, sum eisini er ein matstova, her sum tú kanst koma og fáa tær ein góðan bita við øl afturvið. Eisini ferðavinnan fegnast um hetta at kunna senda ferðafólk niðan her til rundvísing, vitjanir og annað, so hetta er ordiliga gott, segði Petur Øl.

Sera nógv fólk vóru til móttøkuna á nýggja bryggjarínum á Hálsi seinnapartin í gjár, og um kvøldið var opið fyri almenninginum fyri fyrstu ferð.

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

Petur Petersen, alias Petur Øl, er stjóri á nýggja bryggjarínum Oy

Størsti og einasti kappingarneytin, Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór í Klaksvík, nýtti eisini høvið at støkka inn á gólvið hjá nýggja kappingarneytanum í gjár.

Nýggja bryggjaríið heldur til í gamla goymslubygninginum hjá Havnar Timburhandli á Heykavegi á Halsi í Havn

Góðar umstøður eru á brewpub'ini hjá Oy, har er góður matstovukøkur við øllum hentleikum, sum krevjast til tess