Nýtt staklag frá Døgg Nónsgjógv

Í mai mánaði gav Døgg Nónsgjógv út staklagið “Okkara farvæl”.

Nú hevur hon givið eitt nýtt staklag út, sum eitur “Skuggi mín”. 

 

Lagið snýr seg um at hava hjartað opið fyri einum, sum ikki kemur aftur. Kærleikin tú misti. Tú lærir at liva við sorgini og finnur frið við at skuggin er ein partur av tær.

 

Lagið er skrivað av Døgg Nónsgjógv og Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri framleiðsluni.

 

Lagið er tøkt á øllum stroymingartænastum her: https://orcd.co/skuggi

 

##med2##