Fróðskaparsetrið skrivar, at hendan serliga framsýningin er ein góð siðvenja, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lokið sína útbúgving.
Her verða bachelorritgerðirnar sýndar fram á sokallaðum postarum, og framsýningin gevur innlit í nýggjastu vitan og gransking í sjúkrarøkt, og sum kann viðvirka til at menna heilsu- og sjúkrarøkt í Føroyum.
Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir verða á staðnum og greiða fegin frá egnum ritgerðum.
Tiltakið er ætlað øllum – starvsfólki, sjúklingum, avvarðandi og øðrum, sum hava áhugað.
Evnini eru hesi:
Upplivingar hjá familjum hjá ungari heimabúgvandi gentu við etingarólagi: Ein kvalitativ meta-syntesa. Høvundur: Sarah Kathleen Foghill
Kronisk obstruktiv lungnasjúka – hvørji viðurskifti ávirka sjúkrarøktina? Høvundar: Anni Jákupsdóttir Isaksen, Sóley Simonsen og Mása Mortensen
Tá sjúkan ikki sæst: Tarmbrunasjúkur & sálarheilsa – Eitt integrativt review. Høvundar: Inga Thomsen, Bjørk Árnadóttir Dalsgaard og Annika Rasmussen
Eitt integrativt review um at vegleiða sjúklingar við kroniskari obstruktivari lungnasjúku.
Høvundar: Katrin Faulkner Reynheim, Marjun Nicodemussen, Brynhild Thomsen og Mildrið Birita Johnsdóttir.










