Obama í afrikonskum búna og við turban á høvdinum

Amerikanska forsetavalstríðið er ikki bara orð longur. Nú verða onnur vápn tikin í brúk

Viðhaldsfólk hjá Barrack Obama eru ikki í iva um, at tað er valbólkurin hjá Hillary Clinton, sum hevur almannakunngjørt myndina av Obama í afrikonskum búna og við turban á høvdinum. Men stravsfólkini hjáq Hillary Clintion vísa skuldsetingini aftur.

 

Myndin av Barrack Obama er tikin har norðuri í Kenya fyri tveimum árum síðani, tá Obama var har og vitjaði síni skyldfólkini hjá pápa sínum, sum var ættaður úr Kenya.

 

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at tað er eingin ivi um, at ætlanin við myndini er at órógva valstríðið hjá Barrack Obama, og at valstríð í USA hava fyrr víst, at tað er næstan einki mark fyri, hvørji vápn verða tikin fram, tá avgerðin nærkast.

 

-At Obama júst er avmyndaður í hasum búnanum og við turban á høvdinum er ein roynd at seta hann í samband við islam, sigur ein eygleiðari við NTB.

 

Barrack Obama gjørdi í gjár viðmerkingar til myndina av sær.

 

-Eg haldi ikki, at amerikanarar hava áhuga í tílíkum politikki, segði hann við eina útvarpsstøð í Texas.