Obama í Danmark

Fyri einum lítlum tíma síðani koma amerikanski forsetin til Keypmannahavnar, har sera strong trygdartiltøk eru sett í verk. Úr Kastrup fór Obama til Bella Centrið á Amager, har hann fer at gera sítt til, at Chicago kann sleppa at hýsa teimum olympisku summarleikunum í 2016. Frammanundan er kona hansara, Michelle, komin til Keypmannahavnar í somu ørindum.

Danska løgreglan hevur sett sera strong trygdartiltøk í verk í Keypmannahavn í sambandi við forsetavitjanina. Fleiri vegir eru stongdir í morgun - eitt nú motorvegurin til og frá brúnni um Oyrasund.

Barack Obama fer aftur til Washington seinnapartin, men hann skal tó hitta Margrethu drotning og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, áðrenn hann fer avstaðaftur.