Í USA hevur Barack Obama forseti, lýst stórbýin New York í neyðstøðu, eftir at tann tropiski stormurin Sandy hevur herjað býin síðani tíðliga í nátt.
Stór vatnflóð er í pørtum av býnum, og ein partur av undirgrundarbreytini stendur undir vatni og sjógvi. Í Queens eru umleið 50 bústaðir farnir upp í royk, og fólk í 17 statum hava mist streymin. Umleið ein millión fólk eru rýmd frá húsi og heimi ella hava fingið boð um at fara.
Í statinum New Jersey er ein byrging skrædnað við tí úrsliti, at partar av býunum Moonachie, Little Ferry og Carlstadt standa undir vatni.
Sambært myndugleikunum hava 16 fólk latið lív í illveðrinum.