Oddabrak í dag

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin.

Lutakastið lagaði tað so, at favorittliðini taka sínamillum dystin longu í fyrsta umfari. Andorra vann kappingina seinast, og Føroyar vunnu næstseinast. 

 

Føroyska landsliðið er styrkismett ovast við hægsta miðalstyrkitalinum av teimum tíggju liðunum í kappingini. Hundrað ratingstig eru á muni. Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2339, hjá Andorra 2239.

 

Føroyar leggja bragdliga fyri, tí í øðrum umfari í morgin er mótstøðuliðið Luksemburg, sum er styrkismett nummar trý.

 

Spanskur meistari

 

Føroyar hava favorittleiklutin í toppdystinum í dag, ikki bara í sjálvum dystinum, men eisini á øllum fýra borðunum. Ratingmunurin er størstur á triðja borði. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard telva við svarta fólkinum í dag, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol hava hvíta fólkið.

 

Á fyrsta borði hittast teir báðir sterkastu telvararnir í kappingini. Oscar De La Riva Aguado er spanióli, føddur í Barcelona í 1972, men hevur nú í nøkur ár umboðað Andorra. Hansara størsta bragd við teir 64 puntarnar er, at hann í 2003 vann spanska meistaraheitið í einstaklingstalvi. Í hálvfinaluni koppaði hann Miguel Illescas, sum í fleiri ár var stórtelvarin hjá spaniólum.

 

Roknast kann við einum jøvnum og spennandi dysti í suðuri á Malta. Dysturin byrjar klokkan 15:00. Ivaleyst fer at bera til at fylgja við leik fyri leik á netinum. 

##med2##