Flogbóltur
Tveir dystir skulu spælast í bestu mansdeildini í flogbólti, og í báðum førum tykist talan kunna gerast um heilt spennandi uppgerðir.
Áhugin er kanska størstur fyri dystinum í Sørvági, har Fleyr kemur á vitjan. Bæði liðini hava nýtt hesar seinastu vikurnar til at blaka Mjølnir ov oddasessinum í deildini, og so er spurningurin, hvørt sørvingar nú sleppa at leggja seg einsamallar á odda, ella um Fleyr skal prógvað, at javnstøðan í deildini er fullkomin.
Dystirnir móti Mjølni benda í øllum førum á, at talan er um tvey sera jøvn lið, og so er spurningurin, hvørt sørvingar duga at gera sær dælt av heimavøllinum. Tann fyrimunurin ger í øllum førum, at SÍ mugu metast sum lítlir favorittar undan dystinum. Ikki minst tá teir eisini vunnu dystin í Gundadalshøllini fyrr í heyst.
Ein dystur verður tó eisini leygardagin. Tá skal ÍF royna at fáa síni fyrstu stig, tá Fram kemur á vitjan. Higartil hevur einki vilja borið til hjá ÍF, men í dystinum móti Fleyr fekk liðið í ávísan mun víst, at teir ikki eru heilt eiðasørir, og so er spurningurin, um tað er ein staðfesting, sum eisini kann føra til meira kontanta avrokning á stigatalvuni.