Lagt er upp til eitt spennandi flogbóltsvikuskifti við fleiri spennandi dystum. Hjá kvinnunum verður toppdystur í KÍ-høllini sunnudagin, har tey bæði avgjørdu oddaliðini, Mjølnir og TB, dystast.
Generalprøvi upp á steypafinaluna
Dysturin millum Mjølnir og TB hjá kvinnunum er samstundis ein generalprøvi upp á steypafinaluna, sum verður um ein mánað, tá ið hesi bæði lið bresta saman enn einaferð.
Landskappingin í flogbólti lá still farna vikuskifti, tí tá var árliga Com-Data kappingin hjá Mjølnir á skránni. Í hesi kapping endaði tað við, at júst Mjølnir og TB endaðu í kvinnufinaluni, og tá vóru tað genturnar av Tvøroyri, sum vunnu dystin 3-1 í settum.
Vesturi í Vágum verður lokaluppgerð millum Drátt og SÍ, og her má Dráttur metast sum favorittur, og steypafinalistarnir frá í fjør hava eisini fyrimun av at hava heimavøll í lokaluppgerðini.
Seinasti dysturin í kvinnudeildini hetta vikuskiftið verður í Hoyvík, har KÍF fær vitjan av ÍF í einum dysti millum tvey av liðunum, ið liggja í niðara enda av stigatalvuni.
Sørvingar vitja í Havn
Hjá monnunum verður ein spennandi dystur í Havn sunnudagin, tá ið oddaliðið SÍ skal vitja Fleyr, sum hevur verið ein av harðastu kappingarneytunum hjá sørvingum í ár. SÍ er nummar eitt í deildini, og fýra stig eru niður til Fleyr, sum er nummar trý. Mjølnir er nummar tvey við tveimum stigum færri enn SÍ og tveimum fleiri enn Fleyr.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum verður eisini í Havn sunnudagin, og tá eru tað tey bæði aftastu liðini, Fram og ÍF, sum hittast í Hoyvíkshøllini.