Oddadystur og grannauppgerð

Bert tríggir dystir eru í bestu flogbóltsdeildunum hetta vikuskiftið, og mest áhugavert sær tað út í Havn, har oddaliðið í mansdeildini Fleyr tekur ímóti grannunum úr Fram. Triði FM-biðilin SÍ spælir móti Mjølni í Klaksvík

Flogbóltur

Tað eru bert tríggir dystir í meistaradeildunum á skránni hetta vikuskiftið, sum tí verður rættiliga friðarligt í mun til so ofta fyrr. Og tó.
Ein av hesum trimum dystunum er nevniliga »slagið um Havnina« millum Fleyr og Fram, og støðan í kappingini er soleiðis, at dysturin eisini fær stóran týdning fyri slagið um allar Føroyar.
Fleyr er fremst, eitt stig frammanfyri Fram og SÍ, sum vitjar í Klaksvík í morgin.

Grannastríð
Síðstu ferð Fleyr og Fram møttust í Gundadalshøllini, var tað eitt sindur óvæntað Fleyr, sum fór við sigrinum. Tað úrslitið hevði við sær, at Fleyr aftur blandaði seg upp í oddastríðið, og nú eru teir so fremst. Men tað er somikið javnt, at um Fram vinnur í morgin, samstundis sum SÍ vinnur móti Mjølni, dettur Fleyr heilt niður á triðja pláss. Verður tað hinvegin Fleyr, sum vinnur í morgin, hevur Fram trý stig upp til oddasessin, og tað kann vísa seg at gerast ov nógv í síðsta enda. So tað er ikki pláss fyri mistøkum í morgin.
Tað er tað heldur ikki hjá sørvingum, sum neyvan vilja seta stig til móti botnliðnum Mjølni. Á heimavølli eru klaksvíkingar ikki altíð so mjúkir at strúka, men stigatalvan lýgur ongantíð, og hon sigur, at Mjølnir er aftast. Samstundis er SÍ ein av FM-favorittunum, so tað líkist einum útisigri í KÍ-høllini í morgin.

Síðsta royndin hjá Mjølni
Hjá kvinnunum skal Mjølnir royna at leggja seinasta trýstið á TB. Dysturin millum hesi bæði liðini síðsta vikuskifti var ein lykladystur, sum TB vann, men mjølnirkvinnurnar kunnu enn klára tað. Gamaní skulu tær hava góða hjálp frá øðrum liðum, men tær hava so slettis ikki ráð til at tapa meir sjálvar.
Mótstøðuliðið í morgin er ÍF, sum vann móti Drátti síðsta sunnudag, og sum nú hevur vent eyguni frá botninum og móti bronsuni. Í so máta kann ein sigur móti Mjølni í morgin koma sera væl við, men í útgangsstøðinum sær mjølnirliðið ov sterkt út. Spurningurin er so bara, hvussu demoraliseraðar tær eru eftir tapið í Trongisvági fyri eini viku síðani.