Tá man tosar um almenna umsiting verður alt straks verri. Tað kann verða sera vandamikið at innføra avriksløn í eini skipan, har avrikið ikki altíð er tengt at tingum, ið eru løtt at máta. Eisini fæst almenn umsiting mangan við ting, har avrikið, ella í summum førum skaðin, ikki verður sjónligt fyrr enn ár aftaná, arbeiðið er gjørt. Hvussu skuldi til dømis ein illa skrivað kunngerð verið mett, tá Landstýrið tapir eitt rættarmál ella fær eina ábreiðslu frá Løgtingsins Umboðsmanni tvey ár aftaná arbeiðið er gjørt? Skulu fólk tá trekkjast í løn?
Hvør skuldi mett um avrik? Vit vita, hvussu avrikini fara at verða mett, um umsitingin sjálv skal meta um sínar dygdir. At viðganga egnar feilir hevur ikki verið sterka síðan hjá okkara umsiting, og ikki kann hugsast, at hetta verður frægari, um fimtan prosent av árslønini hjá starvsfólkunum avhongur av, um tey hava rætt ella skeivt. Hvussu nógva avriksløn, man skattgjaldarin halda, at málið um Jógvan S rættvísgerð í Fiskimálaráðnum, ella til dømis navnakunngerðin hjá Løgmálaráðnum? Vit hoyrdu fyrr í vikuni ein yvirlækna fortelja okkum, hvussu yvirbureaukratisering tarnar arbeiðnum á Landssjúkrahúsinum. Man hetta verða eindømi í okkara bygnaði?
Tað tykist verða breið semja nærum allastaðni uttan fyri almennu umsitingina, at tann núverandi bygnaðurin er ov stórur, dýrur og fungerar ikki nóg væl, hóast einstaklingarnir, ið starvast har, kunnu verða bæði dugnaligir og nærlagdir. Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum hevur til seinastu fíggjarlógarviðgerðirnar havt hetta á lofti, men einki tykist henda.
Skattgjaldarin kann vurdera, hvussu væl almenni bygnaðurin riggar út frá tveimum tingum: Hvat hann kostar, og hvørjar tænastur, skattgjaldarin fær afturfyri. Í løtuni sær út til, at goldið verður meira fyri minni. Hetta ber heilt einfalt ikki til, og hava Løgmaður og ikki minst Fíggjarmálaráðharrin sovið í tímanum í 5 ár.
Føroya land hevur ikki ráð til at gjalda nærum tvifalt so nógv fyri tann almenna sektorin í dag, sum fyri fáum árum síðani. Tí er umráðandi fyri allar góðar kreftir, ið vilja varðveita eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum mynstri, at seta seg niður og hyggja at tænastunum og stovnunum, ið venda út móti borgarunum. Hesar tænastur mugu fáa bestu sømdir og eiga at verða desentraliseraðar mest møguligt, og umsiting má so tilpassast ráðini og ikki øvugt. Borgarans tørvur má aftur í fremstu røð.
Avriksløn er ikki ein spurningur um at kunna varðveita núverandi bygnað hóast yvirtøkur. Núverandi bygnaður má endurskoðast og gerast bíligari, hóast yvirtøkur. Avriksløn kann realistiskt sæð kanska innførast fyri tær almennu tænasturnar, ið hava við beinleiðis drift at gera, sum til dømis Strandferðslu, Landsverkfrøðing, Postverk o.s.fr., um hetta verður mett at verða ynskiligt. Almenn umsiting kann neyvan foreinklast so nógv, at ein slík skipan kann innførast har. Tí hevur Starvsmannafelagið helst grein í sínum máli.
Sosialurin