Oddagrein· CHE fokin

CHE samgongan er fokin, og orsøkin er at síggja til ein banal søga um innanhýsis klandur í Tinganesi um eina skrivstovu. Er hetta klandur tann veruliga og einasta orsøkin, so hava løgmaður og flokkur hansara ikki nakra serliga góða søk. Hetta klandrið í sjálvum sær er einfalt ov veik ein orsøk til at slíta eitt politiskt samstarv, sum ein hevur brúkt so nógva orku til at etablera og ikki minst: at verja. Eitt samstarv, sum hevði nýbrot og skilagóðar ætlanir í sínum skjøldri.

Seinasta útspælið hjá løgmanni kundi bent á, at kemiin millum floksformenninar báðar ikki hevur verið tann besta. Hartil kemur, at arbeiðslagið í samgonguni hevur verið vánaligt, og hetta hevur aftur elvt til sera vánaligan stabilitet í einum samfelag og eini tíð, sum so at siga hungrar eftir stabiliteti. Tað hevði helst tænt løgmanni og politisku skipanini betri, um løgmaður hevði brúkt hesa støðu sum grundgeving fyri at slíta samstarvið. Ein stjórn, sum ikki kann tryggja politiskan stabilitet, kann ikki halda fram, og tí hevur stjórnarleiðarin skyldu til at fáa til vega eina stabilitetsskapandi stjórn ella at leggja frá sær ella at útskriva val og hvat ein stjórnarleiðari nú annars hevur av valmøguleikum.

 

Øll duga at síggja, at her er annað og meira enn klandur um eitt høli. Tað hevði ivaleyst verið betri fyri trúvirði løgmans, um hann sostatt bara hevði staðfest, at henda politiska samansetingin megnar ikki at stýra landinum og at taka tær mongu og torføru avgerðir, sum ein skjótt versnandi altjóða búskaparlig støða krevur. Og hann kundi bara erliga sagt, um tað er ein av orsøkunum, at Javnaðarflokkurin kann t.d. ikki vera við til at skera blokkin við 114 milliónum, meðan vit við fullari ferð eru á veg inn í eina búskaparliga heimskreppu, so sum altjóða serfrøðingar siga er á veg. Tað er eingin skomm at viðganga, at ein verkætlan, sum ein trúi uppá, ikki lat seg fremja. Skrivstovukríggið má tí væl vera ein útleypari av vánaliga samstarvsklimanum og ringa huglagnum millum báðar floksleiðararnar og broyttu samfelagsstøðuni.

 

Tað er lætt at vera bakklókur, segði løgmaður á tíðindafundinum. Víst so, men tað krevur ikki stóran bakklókskap at ásanna, at hetta, at ein stjórnarleiðari so at siga gevur burtur stóran part av sínum málsøki og fyrisitingarapparati má geva samstarvstrupulleikar. Tað kann sostatt hava verið sjálv samstarvskonstruktiónin, hetta at Høgni fekk alt og Jóannes einki, sum var byrjanin til minkandi álitið, men løgmaður kann ikki skáka sær undan ábyrgdini av hesari konstruktión – hann eigur hana sjálvur. Men man kann kanska siga, at hann hevði vánaligar ráðgevarar, sum ikki hava lurtað væl eftir í søgutímunum!

 

Skrædlið er á mangan hátt ein sorgarleikur. Hetta tí, at landinum nú, sum løgmaður púra rætt sigur, tørvaði eina stjórn, sum lá eitt sindur vinstrumegin miðjuna í føroyskum politikki. Tað var ein skilagóð og spennandi nýggj roynd í føroyskum politikki, ið m.a. skuldi føra okkum longur á sjálvbjargnisleið og rudda upp í egnum húsi. Báðir floksformenn hava eftir øllum at døma ein part av ábyrgdini fyri, at samstarvið kollsigldi. Tann, sum hevur eygleitt politiska leikin seinastu mánaðirnar, hevur sæð trupulleikar, sum hvørgin formaðurin hevur havt tamarhald á. Teir hava heilt einfalt ikki megnað at halda frið og skil á sínum egnu. Floksdisiplin hevur verið ein býur í Sibiria, og hetta hevur sjálvandi verið við til at máttstjala báðar formenn og mundi hetta vera eygsýnligt fyri hyggjarum í gjárkvøldið.

 

Løgmaður hevur oman á alt fingið sær ein álvarsaman trupulleika, sum lutvíst er sjálvskaptur. Hann avdúkaði í sjónvarpinum, at hann hevði gjørt Tjóðveldinum ”eina tænastu” við at flyta aðalstjórn í Mentamálaráðnum, sum var ”eitt problem” fyri Tjóðveldi, út í Tinganes. Henda avdúking er ikki góð fyri løgmann. Hon vísir fyri tað fyrsta, at upprunaliga upplýsta grundgevingin var skeiv og hon vísir ein løgmann, sum er farin langt fyri at fáa politiska kabalu at ganga upp. Her hava báðir floksformenn ein stóran moralskan trupulleika. Hetta mál eigur nú at verða kannað út í æsur og roknast má við, at bæði umboðsmaður og landsstýrismálanevnd fara at kanna hetta mál. Hvat var tað fyri problem, ið Tjóðveldi hevði av aðalstjóranum. Almenningurin hevur nú rætt at kenna problemið, um ikki eftir skal standa, at tænstumaðurin varð fluttur av berum hevndarhuga Tjóðveldis.

 

Tað er torført at spáa um endan á hesi politisku støðu, sum í gjár var skapað. Okkurt bendir á eina ABC samgongu. Men hetta verður ein samgonga við einum nógv viknaðum Javnaðarflokki, sum hevur innanhýsis trupulleikar og sum hevur trupulleikar við trúvirðinum. At Tjóðveldi hevur somu trupulleikar er ein fátøk troyst. Stórt spell at hetta spennandi eksperimentið og nýbrotið millum C og E skuldi fáa eina slíka lagnu, tí her varð stungin út í kortið ein skilagóður búskapar- og sjálvbjargnispolitikkur.

 

Sosialurin