Oddagrein· Ein skeiv avgerð

-ikki at loyva framløgu av máláliti

Avgerð løgmans um at nokta landsstýrismanninum í mentamálum at taka ímóti áliti um málstevnu er bæði skeiv og óskiljandi. Grundgevingin er, at landsstýrismenn skulu ikki sleppa at profilera seg politiskt eftir, at val varð útskrivað. Hetta er í sjálvum sær rættiliga óskiljandi, tí hvør skal gera av, nær eitt mál er politiskt profilerandi? Annað er so tað, at ein fyrbilsstjórn ikki eigur at taka politiskar avgerðir eftir, at val er útskrivað. Hetta er nakað heilt annað og kann als ikki samanberast við eina serfrøðingafrágreiðing.

Avgerð løgmans er eisini ivasom eftirsum, at partamaður hansara, landsstýrismaðurin í heilsumálum, hevur tikið ímóti áliti um sjúklinganøgdsemi, eftir at val var útskrivað. Hetta er nakað heilt annað, sigur løgmaður, tí her er talan um eina fakliga nevnd – enntá eina danska fakliga serfrøðinganevnd! Hvat er málstevnunevndin annað enn júst ein faklig serfrøðinganevnd? Her sita okkara bestu málfrøðingar og hava gjørt sær stóran ómak við at fáa álitið liðugt til tíðina – nakað sum er mestsum eindømi í slíkum førum, og so sleppa tey ikki av við verkið. Hartil er talan um føroyingar, og tað er opinberliga nakað annað og meira politiskt vandamikið! Álvaratos, her hongur ikki saman hjá løgmanni! Her haltar logikkur løgmans av álvara, og ein má spyrja, hvat hetta er fyri nakað?

Allir føroyingar eru góðir við móðurmálið. Øll hava bíðað við størsta spenningi eftir frágreiðing og tilmælum frá hesi serfrøðinganevndini, sum eitt samt løgting hevur tikið avgerð um. Hava hesir mongu, sum hava bíðað, veruliga uppiborið at skula bíða til val er av og nýtt landsstýri einaferð er skipað? Nei, als ikki og hartil kemur, at almenningurin hevur krav uppá at vita, hvat flokkarnir í valstríðnum halda um tilmælini hjá serfrøðingunum. Vit kunnu ikki annað enn undrast á avgerð løgmans og mæla honum til at broyta hana alt fyri eitt. Hvørt henda avgerð skyldast lítlum umhugsni ella sum ikki einaferð vánaligari ráðgeving er eitt feitt – hon gagnar ikki umdømi løgmans, og hon gagnar ikki føroyskum máli.

Sosialurin