Álitið um nýggju stjórnarskipanina er sera áhugavert, og tað er týdningarmikið, at eitt so týðandi stig sum nýggj stjórnarskipan verður viðgjørt seriøst og krittiskt. Í sjónvarpinum í gjár sá tað tó út til, at kjakið druknaði í partapolitikki. Tað vil so altíð gerast partur av orðaskiftinum, hinvegin er hetta málið so stórt og so grundleggjandi fyri okkum øll, at tað er at vóna, at allir flokkar lyfta seg upp um tað oftani lítið gevandi flokspolitiska keglið.
Vert er eisini at leggja til merkis alt fyri eitt, at tað í Jólaálitinum eru nakrar minnilutaviðmerkingar, sum eru krittiskar móti ymiskum punktum. Ein av greinunum, sum heilt givið fer at fáa nógva umrøðu, og sum m.a. Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur funnist at, er, har tað verður skotið upp, at løgmansembætið kann umskipast við tinglóg.
Hetta er sera óheppið fyri lógararbeiðið sigur løgmaður við Sosialin í gjár. Hann vísir á, tað, sum verður skrivað løgmansembætið, at tað kann umskipast við tinglóg. Tað ber ikki til, tí hetta er í andsøgn við grundarlagið fyri stjórnarskipanarsmíðinum, tí hugsanin er, at grundleggjandi broytingar krevja broytingar í stjórnarskipanini. Tað er sera løgið, og í stríð við andan í teirri nýggju skipanini, at staðfestingarrætturin hjá løgmanni kann flytast til tingformannin við tinglóg. Staðfestingarrætturin er ein so týdningarmikil og grundleggjandi heimild hjá útinnandi valdinum, at tað er ikki rætt at taka hesa heimild frá løgmanni, og kann tað, sambært uppskotinum, fremjast við broyting í tinglóg (sí § 59, stk. 3). Staðfestingarrættin skal løgmaður hava, og skulu broytingar fara fram hesum viðvíkjandi, skal henda grundleggjandi broytingin fremjast við broyting av stjórnarskipanini sigur løgmaður í viðmerkingini.
Vit síggja tí longu nú, at her er talan um ein rættiliga principiellan spurning um valdsbýtið millum løgting og landsstýri, sum Bárður Nielsen eisini vísir á. Høgni Hoydal sigur í minnilutaviðmerking seg vera heitan fyri einum møguligum forsetaembæti, men ávarar ímóti, at løgmaður skal hava heimild til at seta landið í undantaksstøðu.
Kaj Leo Johannesen vil hava stjórnarskipanina at vera undir donsku grundlógini og heimastýrislógini. Men í uppskotinum stendur, at „henda stjórnarskipan er fram um lógir.”
Ein minniluti í serfrøðingabólkinum við m.a. Jóannesi Hansen, samfelagsfrøðingi, mælir m.a. til, at tingið skal góðkenna uppskot til landsstýrismenn. Bólkurin mælir eisini frá, at løgmaður skal staðfesta lógir, tá hann einki lóggávuvald hevur. Her er nógv at tríva í, og tað fara eisini vit at gera komandi tíðina.
Sosialurin