Nú átti so Powell, uttaríkisráðharri tørn. Powell skarar framúr á mangan hátt. Hann er ein av teimum fáa afroamerikanunum, ið er komin heilt upp á tindarnar í síni starvsleið. Hann var verjuovasti í fleiri ár og sostatt eisini undir Flógvakrígnum. Powell hevur verið trygdin fyri einum nøkunlunda hóvligum uttanríkispolitikki. Tað hevur leingi verið kalligt millum Powell og bólkin av ráðgevum hjá eldra Bush, ið flykkjast kring yngra Bush. Tað er alkunnugt, at Romsfeldt, verjumálaráðharri leingi hevur verið ósamdur við Powell um uttanríkispolitisku kósina. Powell var ímóti álopinum á Irak og hann hevur verið heitur talsmaður fyri, at USA skjótast skuldi koma til sættis við Europa.
Sum heild stendur Powell hóast sína hernaðarligu fortíð fyri einum uttanríkispolitikki, har politiskar loysnir verða tiknar fram um hernaðarligar loysnir. Powell stendur ómetaliga høgt í metum í USA og kring allan heimin. Men hann er viknaður nógv politiskt, meðan heykarnir kring Bush eru vorðnir sterkari. Powell hevur ikki megnað at koma á mál í Miðeystri og viðurskiftini við Europa eru verri enn nakrantíð. Hann hevur tí ásannað, at hansara hóvligi og semjusøkjandi politikkur í roynd og veru ongan møguleika hevur í næsta forsetaskeiði. Hann hevði bert verið ein kransakøkufigurur, um hann helt fram, og tað hevur hann ongan hug til. Alt bendir á, at Condolezza Rice fer at loysa Powell av. Hon er kend fyri síni harðrendu sjónarmið og hon er ein av teimum, ið hevur ráðgivið Bush út í iraksku vanlukkuna.
Fráferð Powells er ikki gott fyri umdømið hjá Bush úti í heimi. Hinvegin er lítið at ivast í, at Bush leggur lítið í hetta. Hann leggur lítið í sítt umdømi millum europæiskar statsleiðarar og friðarfólk. Hann hevur jú alt vald í USA og í Europa hevur hann Blair, sum er hin mest trúfesta sameindi av øllum. Hesa mynd hevur heimurin sæð áður. Ein amerikanskan forseta, sum leggur líka í Europa bert hann hevur Bretland við sína lið. Men sum frá líður,er hetta ikki gott fyri heimin. Tað er stórur vandi fyri, at ein enn meira harðrendur politikkur bert fer at økja um spenningin millum muslimar og vesturheimin. Í miðeystri fer USA framvegis bara at lata standa til og vápnaídnaðurin fer at fáa enn meira ávirkan á uttanríkispolitikkin. Samantikin ein framtíðarmynd við nógvum vandum og hóttanum. Tað er ikki gott fyri heimin.
Sosialurin