Evni? í ÚF mikudagin var fólkakirkjan og serliga um kvinnuligar prestar, og um ta? skal vera sundurlisnum loyvt at giftast uppaftur í kirkjuni. Hetta eru mál og spurningar, sum mong ivaleyst hildu vóru avgreidd fyri mongum árum sí?ani. Kvinnuligir prestar hava veri? í kirkjuni í nógv ár, og hjúnarskilna?ur og uppafturgifting í kirkjuni hava veri? partur av gerandisdegnum í fleiri ára tíggjur.
Sosialurin hevur fleiri fer?ir roynt at lysa hesi málini og harvi? at fáa kjak í lag um júst hesar spurningarnar. Ta? hevur ikki eydnast. Ta? tykjast vera fleiri ungir prestar, sum eru ímóti tí, sum annars ver?ur hildi? at vera gerandisdagurin nú á døgum, altso kvinnuligum prestur og uppafturgifting í fólkakirkjuni. Men ta? hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa teir í samrø?u at lýsa sína ásko?an. Nú eydna?ist ta? Fimmaranum. Tillukku vi? tí! Kanska fer ta? at bera til at halda fram vi? áhugaverda kjakinum.
Í okkara samfelag er ta? tíbetur solei?is, at ta? ber til at hava ymiskar ásko?anir. Fyri fólkaræ?i? er ta? avgerandi, at ta? ber til at hava ymiskar ásko?anir og at vir?a ásko?aninar hvør hjá ø?rum. Solei?is er ta?, og solei?is eigur ta? eisini at vera í hesum førinum. Men tey eru ivaleyst mong, sum undrast á, at konservativi hugbur?urin um kvinnuligar prestar og nei til uppafturgifting í kirkjuni framvegis skal vera millum prestar í fólkakirkjuni.
Í okkara parti av heiminum hevur fólkakirkjan sum oftast veri? konserativ og afturhaldandi. Kongur var statshøvd av Guds ná?i, og kirkjan var partur av valdinum hjá honum. Tey, sum settu seg upp móti kongi og kirkju, settu seg upp móti Gudi. Men ta? er ikki alla sta?ni solei?is í dag. Eitt nú í 3. heiminum er ta? manga sta?ni solei?is, at kirkjan gongur undan í strí?num móti valdsharrunum og misjavnanum í samfelagnum. Kirkjan átekur sær leiklutin sum verji hjá teimum smáu og máttleysu í samfelagnum. Hon er progressiv.
Kvinnuligu prestarnir her hjá okkum eru ikki máttleysir, og teir megna at svara fyri seg. Hjúnarskilna?ur fer ongantí? fram í gle?i, men mong av teimum fráskyldu koma fyri seg aftur og vilja royna eina fer? enn. Ta? er at undrast á, at ta? í fólkakirkjuni eru fólk vi? ábyrgd, sum vilja nokta teimum hetta. Kjaki? reisir nyggjar spurningar. Ein tann mest áhugaverdi er, hvør skal seta dagsskránna og mynda politikkin í fólkakirkjuni. Skulu ta? vera kirkjurá?ini, prestarnir og biskupur ella skulu ta? vera politikarnir. Í kjalarvørrinum á Fimmara kjakinum mikudagin er ein ítøkiligur spurningur, sum átti at veri? meiri vi?gjørdur, um vígslur framvegis skulu vera í fólkakirkjuni, ella um talan bara skal vera um borgarligar vígslur, solei?is sum fleiri prestar ró?u framundir í Fimmaranum. Kirkjan skal halda seg til bo?anina og altarbor?i?. Alt anna?, sum kirkjan hevur fingist vi?, hevur komi? henni í óføri, nevndi ein lurtari. Her er nógv at taka upp í framhaldandi kjaki.
Sosialurin