Hóast tað skuldi verið so sjálvsagt, at vit føroyingar, sum liva mitt í náttúruni, vóru teir fyrstu at umrøða og gera nakað fyri at halda umhvørvið reint, so er hetta tíanverri bara nakað, sum verður tikin fram hissini. Vóru tað ikki einstaklingar sum Finnbogi Joensen, húsavørður í Vestmanna og Jógvan Mørkøre, býráðsformaður í Hósvík, sum tóku hetta málið í størsta álvara, so hevði lítið og einki verið frammi um hetta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur roynt tað hon hevur megnað, men soleiðis sum politikararnir hava raðfest umhvørvismál, hevur her verið sera avmarkað orka. Sjálvt ikki tá komandi oljuvinnan bankaði á dyrnar og hetta setti størri krøv til umhvørvisarbeiði vóru politikararnir sinnaðir til at seta nóg nógva orku av til hetta øki.
Men lat okkum tó fegnast um tað, sum verður gjørt. Tiltakið í Vestmanna er afturvendandi. Umhvørviseldsálin, sum stóð aftanfyri tað í fjør, er aftur undangongumaður í ár. Tað góða við hesum er, at tað eru ikki bert teir stóru umhvørvisspurningarnir, sum verða umrøddir. Eisini hetta at taka hædd fyri umhvørvismálum í tí smáa er á skránni. Hvussu vit í tí dagliga bera okkum at, tá tað ræður um at halda umhvørvið reint.
Spurningurin er, hvussu vit fáa myndugleikarnar at taka umhvørvisspurningin í størri álvara. Her hava teir so í Sundalagnum við bygdaráðsformanninum í Hósvík á odda nú í eina tíð skipað seg í eina felagsnevnd, sum burturav arbeiðir við umhvørvisspurningum. Hetta er nakað, sum eisini aðrar kommunur áttu at lært av.
Vónandi kann oljuvinnan og tey umhvørvislig atlit, sum har koma fram, verða við til at fáa okkum at hugsa meira um okkara egna umhvørvi. Í hesum sambandi vilja vit heita á myndugleikarnar um til komandi fíggjarár at seta fleiri pengar av til umhvørvisarbeiði, bæði við eini komandi oljuvinnu fyri eygað men so sanniliga eisini fyri at kunna kanna, hvussu vit sjálvi dálka firðir o.a í tí dagliga. Spell at Føroya Umhvørvisverndarfelag, sum nøkur ár herfyri varð so virkið, nú tikist at vera sovnað. Spurningurin er, um ikki nýtt lív eigur at kveikjast í hetta fyrr so stolta og virðismikla felag. Gott er at einstaklingar taka hetta mál so álvarsliga, men vit eiga øll at lyfta í felag. Latið okkum vóna, at vit í hesi nýggju øldini fara at seta meiri orku av til nettup umhvørvisspurningar. Hetta skylda vit okkara eftirkomarum. Náttúruna hava vit jú bara fingið til láns frá teimum.
Sosialurin