Oddagrein· Ógloymandi løta í Christianskirkjuni

Jólakonsertin í Christianskirkjuni í Klaksvík týskvøldið verður ein hending, sum seint verður gloymd, ein løta, ið slapp at brenna seg inn í sinni, í hjartað og heilan hjá teim mongu, ið høvdu leitað sær í hesa hugnaligu kirkju at líða á tónleik og sang, tá hann er allar allar bestur.

Nýggja duoin, Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir er vónandi komin fyri at verða. Er ikki bara eitt stjørnuskot men ein lív- og ljósgevandi stjørna, sum fer at lýsa væl, langt og leingi. Hesi bæði gávaðu tónlistafólkini bergtóku øll og fyltu alla kirkjuna við sínum sangi og spæli. Sjáldan og fyri mong helst ongantíð áður hava sangur og spæl rørt hjartastreingir so nógv sum til hesa konsertina. Ja sjáldan hava so fá kunnað glett so mong so nógv.

Vónirnar og spenningurin undan konsertini kundu neyvan verið størri, nú eini 1500 fólk úr ymsum trúðarbólkum og pørtum av samfelagnum høvdu leitað sær í kirkju at hoyra kór, hornorkestur og so Eivør og Pætur. Christianskirkjan er eisini so avbera væl egnað til slíkt tiltak, hevur góðan akustikk og er vøkur, ja eitt sætt prýði fyri sálina og allar hennara sansir.

Løtan var nærum guddómilig, so væl varð spælt og sungið. Vakra og yndisliga røddin hjá Eivør ikki bert nam við okkara innastu hjartastreingir - við Ave Maria hevjaði hon seg so høgt, at hon rakk ikki bert upp í kirkjuhválvið, hon rakk upp í óendaligar hæddir heilt upp til himmalhválvið, sum hesa løtuna eisini hómaðist innast í okkara hjartakømurun. Henda yndisliga røddin í hesum kensluborna umhvørvinum undan jólum megnaði onkursvegna eisini at skapa pláss fyri og sameina alt tað, sum stendur so frammaliga í jólaboðskapinum, øllum tí, sum ger tað gott og ríkt at vera menniskja, kærleikan, virðingina, tolsemið og trúnna. Sangurin líkasum ekkoðaði og gav orðunum - í menniskjum góður tokki ? skap og innihald.

Hóast skoðsmálið 13 við píli upp eftir ikki finst í okkara gerandisdegi, so kendist løtan sum vóru vanlig gerandis mørk brotin ella flutt av hesi lívsjáttandi og lívgevandi rødd, soleiðis at tað bráddliga hetta vælsignaða desemberkvøld í Christianskirkjuni í árinum 2003 av eini ella aðrari hægri makt varð latið eitt nærum guddómiligt skoðsmál fyri hetta menniskjansliga avrik.

Vónandi fara vit og umheimurin at síggja og hoyra nógv til Eivør og Pætur í framtíðini. Tit eru við til at lyfta upp vanliga gerandisdagin á eitt hægri støði. Hetta kvøldið mátti tú ásanna, at tað orð ikki altíð einsamøll megna, har røkka sangur og spæl. Ja tey prógvaðu hetta kvøldið, at tey kunnu verða forlongdi armurin hjá tí góða orðinum - kunnu byggja brúgv millum tað versliga og tað guddómiliga.

Tøkk til Hornorkestrið fyri frálíka spælið og fyri at hava tikið stig til hesa góðu jólakonsert. Tøkk til Gospelkórið Gleði, ið gjørdi hesa løtuna so hugnaliga. Og tøkk til prest og øll tey, ið varaðu av hesa stuttu ógloymandi stund. Klaksvíkingar eiga eina ta hugnaligastu kirkju í landinum, og eingin ivi er um, at tá undirsjóvartunnilin gerst veruleiki, og kirkjan verður karmur um tímilig eins og andalig tiltøk, tá fara fólk úr øllum landinum at "valfarta" til Klaksvíkar. Her hava norðingar nakað av bjóða øðrum, nú tosað verður um, hvønn týdning og hvørjar avleiðingar fast samband fer at hava. Tá fara vit at sanna, at ikki bert tunlar binda okkum saman. Kirkjur kunnu eisini at gera tað.

Sosialurin