Hví eftirskúla í Føroyum kundi verið spurt! Svarið er rættiliga einfalt. Vit hava ongan slíkan í dag, og tíðin er komin til at fáa ein eftirskúla til tey mongu, ið rætt og slætt verða slept uppá fjall eftir 8.,9. ella 10. flokk í fólkaskúlanum, til tey, sum vilja taka eitt sabbatár á einum øðrvísi skúla, tí tey antin ikki vita, hvat tey vilja og skulu.
Í Danmark eru 260 eftirskúlar. Hvørt ár leita millum 100 og 200 føroyingar á donsku eftirskúlarnar. Hetta var so eisini orsøkin til, at nøkur fólk fóru undir at kanna møguleikan at byggja ein eftirskúla í Hvalba. Eftir drúgvt fyrireikingar- og kanningararbeiði hevur arbeiðsbólkur við stuðuli frá bæði Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya gjørt eina spennandi verkætlan at byggja ein eftirskúla í Hvalba.
Tað er altíð gott hjá føroyingum at sleppa av landinum. Hetta gevur nýggjar avbjóðingar og mennir tann einstaka. Men vit eiga sum tjóð eisini at hava møguleika at bjóða okkara ungdómi eftirskúlatilboð í okkara egna landi. Ì einum nýggjum og øðrvísi umhvørvi enn tey eru von við. Har tey kunnu uppliva og taka til sín tað nógva, sum Føroyar, náttúran og fólkið og lokalumhvørvið hava at bjóða. Tá vit eisini vita, at tað eru mong ung, sum eftir seinasta árið í fólkaskúlanum ella áðrenn tað ganga fyri vág og vind, er tað so eyðsýnt, at tey eiga at hava eitt tilboð um at kunna fara á eftirskúla í sínum egna landi.
Tað ljóðar, at landsstýrið í hesum døgum viðger eftirskúlaætlanina og hevur hug til at leggja hana fram við løgtingið í næstum. Hetta er góð tíðindi. Nú má og skal eftirskúlaætlanin gerast veruleiki. Latið okkum vóna, at allir flokkar á tingi fara at taka undir við eftirskúlanum í Hvalba og fáa hann á fíggjarlógina komandi. Skulu vit veruliga kunna kalla okkum tjóð við egnum máli og mentan, so mugu vit eisini tryggja, at tey ungu fáa hetta tilboð. At grannalond okkara raðfesta júst eftirskúlan so høgt eigur at siga okkum, at vit eisini mugu til at raðfesta á hesum øki. Betri seint enn ongantíð. Gevið eftirskúlanum í Hvalba grønt ljós.
Sosialurin