Oddagrein· Hótta grønlendingar

Tað er eingin lóg, sum forðar føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Tað er heldur ikki heilt satt, tá eitt nú danskir stjórnarflokkar vilja vera við, at norðuratlantisku fólkatingslimirnir ongantíð hava lagt seg út í trætur millum stjórn og andstøðu á fólkatingi. Hetta er ofta hent seinastu fimti árini, og hetta er mest hent á tann hátt, at eitt nú ein føroyskur fólkatingslimur boðar frá, at hann ikki atkvøður í máli av serstøkum týdningi fyri stjórnina. Fleiri dømi eru um hetta. Annað dømi er, at ein føroyskur fólkatingslimur boðar frá, at hann ikki fer at fella hesa ella hasa stjórnina. Hetta er at leggja seg um ikki beinleiðis so óbeinleiðis út í danskan innlendispolitikk. Siðvenjan er sostatt ikki fastari enn so.

Tað er tí undir alt sømiligt mark og átaluvert, at framsøgufólkini hjá ávikavist teimum konservativu og danska fólkaflokkinum beinleiðis í donsku pressuni hótta grønlendingar. Teir verða hóttir bæði við niðurskurði í blokkinum og við sjálvstýrisnevndini, sum er um at leggja síðstu hondina á sítt álit. Hetta er púra óhoyrt og eigur undir ongum umstøðum at verða góðtikið. Tær hóttanir, sum alment eru settar fram, eru danska fólkaræðinum til lítlan sóma, og vónandi fara grønlendingar ikki at lata seg ræða. Lat tað eisini verða sagt her, at tað hevði sømt seg føroysku fólkatingslimunum at verið við í hesum tiltaki.

 

Hetta mál er einki vanligt politiskt mál, men hetta snýr seg um at geva børnunum á donsku asyldeplunum sømilig kor. Tað er vorðið vísindaliga prógvað, at tey mongu børn av foreldrum, sum hava søkt politiskt friðskjól í Dammark, líða álvarsliga undir uppihaldi á asyldeplunum. Her eru tey stúvað saman sum sild í tunnu og liva undir umstøðum, sum ongin danskur myndugleiki vildi boðið eitt nú donskum børnum. Børnini á hesum deplum gerast sjúk til likams og sálar, og alt hetta mál er stór og vanærilig skomm fyri Danmark, sum annars roknast sum undangonguland til demokrati og mannarættindi. Tað er tí alla æru vert, at grønlendingar atkvøða við andstøðuni móti stjórnini við tí góðu grundgeving, at her er talan um at bøta um umstøðurnar hjá børnum í neyð.

Sosialurin