Í síðstu viku segði Jógvan í Lon, formaður í føroysku málnevndini og lektari á Fróðskaparsetrinum við heimasíðuna hjá Námi, at tey í málnevndini eru fegin um hetta tiltakið frá ST, men at Málnevndin heldur vil, at vit hava okkara egna móðurmálsdag, sum nevndin mælir til verður hildin á mariumessu, 25. mars, sum er føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb.
Tað er heilt víst skilagott, at vit hava okkara egna móðurmálsdag, og at halda hann á føðingardegnum hjá Hammershaimb er sjálvandi eitt heppið val, tí tann týdningur, sum virkið hjá Hammershaimb hevur havt fyri føroyska málið hevur ómetaligt virði.
Vit hava eitt móðurmál, sum vit kunnu vera errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast um, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst síðstu øld, við V. U. Hammershaimb á odda, at skapa okkum skriftmálið, sum var horvið. Tað er ikki hissini bragd at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er.
Og tey sum hava lyft arvin seinastu árini hava eisini rós uppiborið. Hyggið bara í skúlabøkurnar í dag í mun til fyri einum mansaldri síðini, ella í føroysku bløðini. Tað er eitt satt skarvslop, sum málið hevur gjørt – og tí betur støðugt ger.
Ofta hoyrist sagt, at føroyska málið er so trupult og stirvið at brúka – og trupult at læra at stava. Vit sum dagliga fáast við málið kunnu tó sanna, at so er ikki – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treinja ábøtur. Men størstan týdningin hevur tó hugburðurin til málið og til málrøkt. Ein slíkur móðurmálsdagur kundi sett málrøkt í hásæti – og givið okkum øllum, sum dagliga nýta málið í okkara starvi, íblástur og nakað at stremba eftir.
At hava góðan hugburð til málið er eisini at stuðla hvør øðrum. Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg tilvitað, tí mangan verður funnist harðliga at fólki, ið ikki nýta góðan málburð – ella ikki stava nóg væl – heldur enn at stuðla og stimbra.
Vit í Miðlahúsinum heilsa móðurmálsdegnum 25. mars vælkomnum. Hammershaimb hevur uppiborið heiðurin – og okkum, sum dagliga starvast við málinum treingja til hendan dagin, og tí vilja vit fegin leggja teigapláss og miðlarúmd til hesa søk!