Ílegugransking reisir nógvar etiskar spurningar, sum ikki tykjast at hava tann stóra áhugan hjá almenninginum. Fokuserað verður á gransking, trygd og búskaparligan vinning. Búskaparligur vinningur liggur frammaliga í huganum á politikkarum og embætismonum. Tað er, sum um alt glíður betri niður, um eitt torført mál hevur eina positiva búskaparliga síðu. Men hvat við teimum etisku síðunum og hvat við rættindum til ta kunning, sum goymir seg í føroyska genetiska arvinum? Eftir nøkur ár við ílegugransking verður savnað saman ein stór mongd av kunning um føroyskar ættir, núlivandi og komandi føroyingar. Her kann vera talan um heilsuupplýsingar av áhuga fyri arbeiðsgevarar og tryggingarfeløg. Her kann verða talan um stórar lívfrøðiligar freistingar og etiskar avbjóðingar.
Hvussu fara fólk at reagera, tá øll vitan t.d. um fostrið í móðurlívið er tøk? Hvussu fara vit at reagera, tá vit við vissu kunnu fáa at vita, hvussu leingi vit fara at liva? Hvat skulu allar upplýsingarnar brúkast til? Hvør skal sleppa at brúka tær og hvør skal hava vinningin? Hvør eigur ílegurnar? Tann einstaki føroyingurin? Hvør skal taka avgerðir fyri børnini? Hvat við kanning av børnum - hvør skal taka avgerðirnar? Hvussu við tí tilfari, sum longu nú í áravís er farið av landinum við blóðroyndum av nýføðingum? Hvør hevur "copyrættin"? Hvussu eru vit fyri at taka avgerðir, tá vit skulu geva vísindafólki og multinationalum fyritøkum loyvi at granska í okkara ílegum? Hvør skal ráðgeva? Hvussu skal tann kunning um føroyska genetiska arvin, sum verður savnað í Ílegusavninum gevast? Hvussu tryggja vit okkum, at tann vitan um sjúkur og sjúkuupprunar, sum er goymd í okkara genetiska arvi, verður nýtt á ein ábyrgdarfullan og etiskt forsvarligan hátt? Tær multinationalu heilivágsfyritøkurnar eru ikki júst kendar fyri teirra høga moralska støði ella fyri at vísa vælvild mótvegis eitt nú menningarlondunum, har fólk ikki hava ráð at keypa heilivág, sum hjá okkum er gerandiskostur. Hvør skal hava vinningin? Hvør skal fáa virðisøkingina? Heilsuliga vinningin fær í princippinum øll mannaættin, men er tað so einfalt, tá vit hugsa um, hvussu tær multinationalu bera seg at?
Vit ganga út frá tí etiska støði, sum er galdandi í dag. Men hvussu er myndin um tíggju, tjúgu ella um fimti ár? Fara myndugleikar at standa móti trýstinum frá einum ídnaði, sum vil sleppa at nýta kunningina frá okkara genetiska arvi á ein heilt annan hátt enn í dag? Nærkast vit ikki eini støðu, har menniskjan fer at spæla Gud? Alt er nú møguligt. Hussu leingi megnar vísindaliga umhvørvið at standa ímóti einum vaksandi trýsti frá vinnulívinum? Sjálvandi skulu vit hava ílegugransking í Føroyum. Sjálvandi skulu vit vinna pening úr hesi gransking. Sjálvandi skulu vit sum av landafrøðiligum og søguligum orsøkum eru sermerkt og áhugaverd í hesum granskingarhøpi bjóða okkum fram til gagns fyri alla mannaættina. Men tað hevði sømt seg við einum breiðum samfelagsorðaskifti um allar teir etisku spurningar, sum loga upp við hetta stóra mál. Hetta orðaskifti hava vit ikki havt, og tað er eitt álvarsamt brek við hesum kanska tí størsta máli, sum nakrantíð hevur verið á fyri á okkara meira enn túsundár gamla løgtingi.
Sosialurin