Oddagrein· Hvørki jarðarferð ella veitsla

-Hetta er hvørki nøkur jarðarferð ella nøkur veitsla. Føroyaøkið er í eini bíðistøðu. Hugt verður at, hvussu man kemur víðari, arbeitt verður seriøst og langsiktað við teimum møguleikum, sum vissuliga finnast á landgrunninum var skoðsmálið norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang hevði at geva tí støðu, sum oljutilgongdin er í Føroyum í løtuni. Hann var høvuðs fyrilestrarhaldari á Oljutinginum mikukvøldið.

Oljutingið


Nú Jarðfrøðissavnið hevur heitt á altjóða oljufeløg um at nominera tvs. velja út øki til 2. útbjóðing á landgrunninum stendur longu eitt nýtt felag ovast á trappuni og bankar uppá dyrnar. Tað er felagið Geysir, sum hevur heimstað í Íslandi. Talan er í løtuni fyrst og fremst um norsk og íslendsk áhugamál og er endamálið hjá nýggja oljufelagnum at vera við í leiting á Atlantsmótinum, tvs. við Føroyar, við Hetland og við Jan Mayen. Vit tosa her tí um eitt desiderað Atlantsmótfelag.

Høvið varð í Oljutinginum mikukvøldið hjá umleið 70 føroyingum umboðandi nógvar partar av samfelagnum at hoyra nevndarformannin í Geysir greiða útlitunum á Atlantsmótinum og ætlanunum hjá felagnum. Terje Hagevang, sum eisini eru stjóri í felagnum Sagex Petroleum, sum er ráðgevandi felag í oljuvinnuni, helt áhugaverdan fyrilestur um útlitini fyri at finna olju og gass á Atlantsmótinum við serligum denti á Føroyaøkinum.

Felagið Geysir er lítið felag men hevur ætlanir um at fáa fleiri at seta pengar í, bæði í Íslandi, Føroyum og Noregi. Við drúgvu royndunum frá síni tíð í táverandi oljufelagnum Saga Petroleum (sum seinni varð uppkeypt av Norsk Hydro) greiddi Terje Hagevang frá vánunum fyri at finna olju og gass við m.a. Føroyar. Niðurstøða hansara var, at tað eru kolvetni í føroysku undirgrundini og at tað bara skal brúkast meira orka til at finna tey. Hann var ikki so svartskygdur sum mong kanska eru eftir turru brunnarnar men helt tvørturímóti fyri, at eftir bert at hava borað fýra brunnar, so hevur man fingið fleiri positiv úrslit og ábendingar. Her sipaði hann til, at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest og at eitt fund er gjørt, sum nú verður kannað.

Hann duldi heldur ikki fyri sínum bjartskygni hvat eini nýggjari rundu á landgrunninum viðvíkur. ?Vit eru í ferð við at gera okkara heimaarbeiði og hava keypt nógvan seismikk yvir nøkur ávís øki fyri norðan, har vit hóma ein stóran struktur. Tað er líka við at vit kunnu peika út boristaðið, um vit verða tillutað ein lisens í hesum økinum í 2. umfari sigur hann við Sosialin, aftaná klappsalvuna hann fekk eftir fyrilesturin. Terje Hagevang helt sjalvur tað liggja stórar møguleikar at finna olju og gass á øllum Atlantsmótinum. 300 brunnar eru boraðir. Bert 3% av metta tilfeinginum eru framleidd og eftir at finna eru 67%.

Royndir oljumaður stjóri
Við í Føroyum er eisini stjórin í Geysir, Geir Lunde. Hetta er hansara fyrsta vitjan her og er hann rættiliga ovfarin av at síggja, at so mong fólk møta til ein slíkan fyrilestur og serliga hevur hann lagt til merkis, at áhoyrarnir koma frá so nógvum ymsum stættum í samfelagnum. Tað vísir, at her er ikki bara talan um ein avmarkaðan skara av fólki men heldur eitt heilt samfelag, sum fylgir við og vil hava ávirkan í eini oljutilgongd. Tað heldur hann vera gott og sunt, tí ein oljuvinna kemur at ávirka alt samfelagið, og tá er gott, at allir samfelagsbólkar eru við í hesi menning og teimum avbjóðingum hon hevur við sær.

Geir Lunde hevur júst móttikið bræv frá føroysku oljumyndugleikunum og er tað eitt týðandi skjal hjá rættiliga nýggja oljufelagnum. ?Vit fara nú til arbeiðis at útpeika tey øki á landgrunninum, sum vit halda vera mest áhugaverd og finna vit onnur oljufeløg, sum vilja vera partnarar í eini umsókn, so verða vit vónandi millum umsøkjararnar í 2. rundu.

Men hvussu kann eitt lítið oljufelag sum Geysir gera tær stóru skreytirnar, tá oljurisar sum eitt nú BP og Statoil við øllum sínum ressursum enn ikki hava megnað at finna oljuna!

-Nú er tað ikki støddin, sum er avgerandi. Av og á er tað bara eydnan, sum skal til. Hon kann vera týdningarmikil í hesi bransjuni. Onkuntíð kann eitt hugskot hjá einum einstøkum persóni vera eins gott sum tað hjá einum stórum felag. Tað finnast mong dømi um tað. Sjálvur haldi eg, at tað hevur týdning av hava so nógv feløg, stór sum smá við í eini leiting. Hesi velja ymsar loysnir og royna tær. Tí fær tú eina spjaðing í soleiðis at møguleikin fyri at finna nakað verður størri. Vit eru eitt lítið oljufelag, sum so hevur nøkur sereyðkenni og egin loysningsmodell. Vit hava lagt alstóran dent á at fáa so góðan seismikk sum gjørligt og halda tað hevur eydnast okkum. Hann fara vit at brúka til at kunna nominera og vónandi eisini søkja um loyvi.

Samstarv
Geir Lunde sigur, at Geysir er eitt lítið felag og tí er tað sera umráðandi at koma í samstarv við størri feløg, sum eru fíggjarliga sterkari. Sjálvur er hann útbúgvin sum jarðfrøðingur og kolvetnisverkfrøðingur. Hann hevur eisini útbúgving innan búskap og hevur meira enn 20 ára royndir frá norskum og altjóða virksemi. Hevur arbeitt í Norsk Hydro, seismikkfelagnum Nopec og í finska felagnum NesteFortum. Hann hevur eisini verið leitistjóri.

Eftir fyrilesturin á Hotel Føroyum mikukvøldið spurdu vit Terje Hagevang, sum vitjar aftur í Føroyum eftir 3 ár, hvat hann helt um løtuna í Oljutinginum og annars um ta støðu sum oljutilgongdin er í: -Tað var áhugavert at síggja, hvussu mong fólk frá ymsum stovnum, feløgum og einstaklingar møttu í Oljutinginum. Tað vísir, at føroyingar hava ikkislept vónini, og tað skulu teir heldur ikki ? og heldur hann fram á móðurmálinum: -Dette er ingen begravelse men ingen løssluppen fest heller. Vi ser en lidt afventende holdning. Man ser hvad som kommer videre, man jobber seriøst og langsigtig, med også at få fram de mulighederne, som fortsat findes mange af på færøsk sokkel.

Tað var annars forkvinnan í Oljutinginum, Hjørdis Gaard, sum setti hetta fyrsta Oljutinið í hesum tingsetuni, sum hon málbar seg. Hon segði, at karmurin um tingið hesaferð var útlit og útsýni og eisini var høvi at líta aftureftir. ?Vit mugu hyggja út og frameftirnú vit standa á einum vegamóti til 2. útbjóðing. Hon legði dent á, at endamálið við Oljutinginum er at seta fokus á aktuellar spurningar í oljutilgongdini men ein týðandi partur av Oljutinginum er eisini at taka sær stundir til at tosa saman og fáa ein bita afturvið.