Týsdagin legði landsstýrið fram eina eykajáttan afturat. Tá henda eykajáttanin er samtykt, eru tilsamans játtaðar 112 milliónir krónur á eykajáttanum í ár. Enn eru tríggir mánaðir eftir av árinum, og tað kann lættliga henda, at upp aftur meiri verður játtað, áðrenn árið er farið. Tað er gott, at skipanin við eykajáttanum er komin í eina fasta legu, so vit vita, hvussu nógv tey ymisku málsøkini, og teir ymisku stovnarnir, kosta at reka. Men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at tað er illa mett, tá tað hevur verið neyðugt at játta meiri enn hundrað milliónir krónur afturat í árinum.
Nú verður upplýst, at í nógvum førum er talan um lógarbundnar útreiðslur, og hesum slepst ikki undan at játta pening. Júst tá talan er um lógarbundnar útreiðslur, átti at borið til at rokna eitt sindur neyvari. Vit vita talið av t.d. fyritíðarpensjónistum, og vit vita, hvussu nógv teir fáa, so tað skuldi ikki verið so ringt at rokna út. Í øllum førum hevði ein av teimum ?gomlu bóhkhaldarunum? klára paragraffirnar, sum fíggjarleiðarar við teldutøkni og alskyns programmum hava torført við at klára.
Hinvegin kunnu vit ikki vara okkum ímóti óvæntaðum útreiðslum. T.d. er neyðugt at økja játtanina til banaforsorg. Barnaverndin krevur meiri pening, tí so nógv børn eru illa fyri. Hetta ljóðar óhugnaligt og sjálvandi skal peningur játtast at fáa slík viðurskifti upp á pláss. Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat bagir. Arbeiðsloysið er minkað, og tey flestu hava aftur fingið arbeiði. -Er talan um vánaliga bústaðarviðurskifti, misbrúk, drukk ella havt?
Annars varð við spenningi hugt eftir, um uppskot varð um at játta dagpeningaskipanini meiri pening. Vit minnast, at landsstýrissamgongan feldi andstøðuuppskotið at broyta lógina um dagpening, so tímalønt eisini fingu dagpening frá fyrsta degi. Grundgevingin var, at bíðast skuldi eftir arbeiðnum hjá eini nevnd, sum skuldi endurskoða hesi viðurskifti. Enn er eingin frágreiðing komin, og enn eru tímalønt fyri vanbýti, um vit samanbera við fólk í føstum arbeiði. Ein skamblettur fyri okkara vælferðarsamfelag. Spurningurin er altíð, hvussu vit raðfesta og hvat hava vit ráð til.
Peningurin floymir inn í landskassan og yvirskotið verður helst aftur í ár meiri enn ein hálv milliard krónur. Sjálvandi skulu vit hava rygg at standa ímóti, so ov nógvur peningur ikki fer í umfar, men sosialir skeivleikar eiga vit at rætt. Men higartil kunnu vit staðfesta, at hetta landsstýrið hevur ikki raðfest sjúkratrygdina hjá vanliga føroyinginum serliga høgt!