Sambandsveljarin, fólkafloksveljarin, sjálvstýrisveljarin og miðfloksveljarin kann fegnast um, at teir ríkaru føroyingaringar hava fingið skattalætta. Jú víst er ov nógvur skattur á seinastu tjentu krónunum, men harfrá so til at taka frá teimum veikaru herðunum at geva teimum breiðaru, tað kann ikki metast sum annað, enn Robin Hood-politikkur við øvugtum fortekni.
Men flatskatturin er av sonnum ikki so galin hjá landsins leiðara, Jørgen Niclasen, og hansara monnum í Tinganesi. Tí hesir sjey garparnir í Tinganesi og tann eina kvinnan, tey fáa av sonnum ein skattalætta, sum merkist. Tey fáa tilsamans um 340.000 krónur í skattalætta um árið! Hetta fáa tey oman á tær 1.200.000 krónurnar, sum tey framman undan fáa í løn skattafrítt. Altso løn, tey fáa, uttan at gjalda skatt. Altso tey kunnu síggja fram til býta slakar 1.600.000 skattafríar krónur sínamillum í ár.
Nú skulu vit verða tey síðstu at siga, at okkara politikarar fáa ov høga løn. Slakar 60.000 krónur til løgmann og slakar 50.000 krónur til ein landsstýrismann, tað er einki at reypa av. Men at tey ikki skulu gjalda skatt sum onnur fólk, tað líkist ongum. Hví skal ein landsstýrismaður í Klaksvík fáa 13.500 krónur skattafrítt at koyra til Havnar fyri um mánaðin? Hví skal tað kosta meira hjá einum landsstýrismanni, enn hjá eini sjúkrasystir ella lærara ella arbeiðsmanni at koyra úr Klaksvík til Havnar til arbeiðis?
Hetta er ikki í lagi.
Vit kunnu tí staðfesta, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk enn einaferð hava lóggivið niður í egnan lumma. Øll hava fingið fyrimun av hesum, tí tingfólk og landsstýrisfólk teljast millum tey fólk, sum fáa væl oman fyri miðal burtur úr flatskattaskipanini. Løgmaður og landsstýrisfólkini fáa tað, sum svarar til eina slaka eyka mánaðarløn í skattalætta – væl at merkja eina mánaðarløn, sum er skattafrí!
Tað er væl skiljandi, at Jørgen Niclasen vildi skrumbla hetta málið í gjøgnum. Hevði hann valt at bíða nakrar mánaðir, so hevði flatskattaskipanin ongan kjans havt at komið í gjøgnum løgtingið.
Onkur hevði tá vaknað, sum nú nú snorksvevur.