Í morgun boðar blaðstjóri Dimmalættingar frá, at hansara blað frá í dag at rokna ger sum Sosialurin og krevur, at fult navn skal vera undir øllum lesarabrøvum.
Hetta er alla æru vert, tí tað hoyrir ongastaðni heima, at fólk sleppa at skriva um onnur fólk - undir dulnevni, soleiðis sum vit so mangan hava sæð í bløðunum fyrr og í Dimmalætting eisini seinastu 10 árini. Huldumannaskriving hoyrir ikki nútíðini til.
Vit seta sera stóra æru í at prenta meiningar og hugsjónir hjá øllum lesarum okkara. Eyðvitað eru vit av og á noydd at velja og vraka, tí alt kortini ikki er borðbært, og tí plássið er avmarkað. Og tí tilfarið ikki heldur seg til treytirnar fyri innsendum tilfari.
Huldumannaskriving í føroyskum bløðum er gomul - og vit síggja tað eisini í gomlum bløðum aftur í 19. øld. Øll bløðini prentaðu dulnevnd lesarabrøv í áttiárunum, hóast okkurt blað okkurt skiftið útihýsti teimum. Men tað var Finnbogi Ísakson, sáli, sum var fyrstur og útihýsti dulnevndum lesarabrøvum í Fjúrtanda fyrst í nítiárunum. Stutt eftir, at Finnbogi tók við sum landsstýrismaður í 1993, steðgaði útgávan av málgagninum hjá Tjóðveldisflokkinum.
Vit á Sosialinum kjakaðust nógv um hetta upp undir sjeytiára dagin. Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, sum hevur starvast á Sosialinum, heitti á blaðið um at nýta 70 ára dagin sum høvi - og so varð gjørt.
Júst fría orðaskiftið er nakað, sum vit á Sosialinum leggja stóran dent á. Vit vilja eggja og birta upp undir kjak, og tað hava vit m. a. eisini gjørt við kjaktorginum »Tinghelluni«, har serlig mál verða viðgjørd. Síðani blaðið flutti í Miðlahúsið í Vágsbotni hava vit eisini útbygt hetta til eisini at fevna um orðaskifti í húsinum.