.
Stovnanin av FF fyri 95 árum síðan er ein tann størsta hendingin í føroyskari yrkifelagssøgu. Fyri hesa hending vóru fiskimenn heilt uttan ta fíggjarligu og løgfrøðiligu verju, sum eitt yrkisfelag tryggjar sínum limum. Fiskimenn gjørdust hesum undangongumenn í organiseringini av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Nøkur ár seinni fingu teir fylgi av arbeiðsmonnum á Tvøroyri og í Tórshavn og soleiðis komu fiskimenn og løntakarar á landi at gerast partar av eini heimsfevnandi rørslu, sum enn tann dag hevur til endamáls at tryggja sínum limum manssømilig lívskor. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast.(
Tað er fastur táttur hjá Føroya Fiskimannafelag at halda landsfund millum jól og nýggjárs, tá ið flestu fiskimenn eru heima. Fundurin í ár verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag, og felagsformaðurin, Óli Jacobsen, hevur lagt fram ársfrágreiðing felagsins fyri farna ár. Á hvørjum ári letur felagið skriva og prenta snotuligan bókling, sum er ársfrágreiðingin fyri árið, sum fer. (Felagsformaðurin, Óli Jacobsen, hevur tveir merkisdagar í leiðslu FF´s nú 1. januar komandi ár. Tað eru liðin 40 ár, síðan Óli á fyrsta sinni varð valdur í felagsstjórnina í Føroya Fiskimannafelag sum sýsluformaður fyri Eysturoyar sýslu og somuleiðis eru liðin 35 ár, síðan hann varð valdur til felagsformann. Øll hesi ár hevur Óli Jacobsen leitt felagið við stórum hegni, myndugleika og dirvi. Tað er ikki ov nógv sagt, at hesi árini hava fiskimenn vunnið stórar sømdir og hava fingið ta virðing og viðurkenning, sum henda samfelagstætt hevur uppiborið. Óli er kanska ikki samdur við okkum í hesum, tí hann setir alla tíðina nýggj og stór mál. Í hansara hugaheimi kemur eitt yrkisfelag ongantíð á mál, tí málini mugu alla tíðina stillast eftir teimum sera skjótt skiftandi samfelagsviðurskifunum. Fiskimenn eiga í Óla ein góðan talsmann. Hóast hann mangan er bersøgin og enntá kann tykjast harðligur, hevur hann vunnið flestu og størstu sigrarnarð samráðingarborðið. Hetta er væl tað besta, ið kann verða sagt um ein fakfelagsleiðara.
Men Óli er eisini samfelagsdebattørur og hevur mangan við sínum hvassa penni og sterku og greiðu sjónarmiðum sett fokus á skeivleikar í samfelagnum. Og sum formaður og samfelagsdebattørur hevur Óli mangan staðið í andgletti og fingið manga skoluna omanyvir seg frá teimum harðmæltu á samfelagsins uttastu politisku veingjum. Hetta er ein ótakksamur og einsamur leiklutur, sum Óli hevur átikið sær. Hinvegin hevur tað avgerandi týdning fyri fólkaræðið og framsøgufrælsið, at nøkur fólk hava dirvið og áræði at átaka sær henda ótakksama leiklut. Ein kundi ynskt, at fleiri høvdu sama dirvið og sama seiggið. Fiskimenn og føroyingar yvirhøvur hava formanni Fiskimannafelagsins gjøgnum 35 ár nógv fyri at takka og vit her á blaðnum ynskja bæði felag og formanni tillukku og góðan byr.
Sosialurin