Í Europa vóru framdar stórar broytingar innan universitetsheimin og nógv gamlir múrar fullu eins og nógv gomul akademisk halgineyt vóru avsøgd. Ferð varð sett á at samskipa tilgongdina at nútímansgera universitet og hægri lærustovnar. Henda tilgongd nevnist Bolognatilgongdin, og kunnu øll lond, ið ynskja tað gerast partur av hesi skipan. Skipanin er ein fortreyt fyri at hægri lærustovnar í Europa kunnu samstarva uttan mun til limaskap í ES ella ikki. Tá val varð útskrivað, lá longu frálíkt uppskot til nýggja lóg um Fróðskaparsetur á tingborði. Hetta uppskot varð evnað til av fakligum arbeiðsbólki, ið táverandi landsstýrismaður, Jógvan á Lakjuni, hevði sett. Uppskotið fekk undirtøku frá einum samdum løgtingi, men varð tó ikki framt orsakað av valinum.
Uppskotið varð sett framaftur mestsum óbroytt, og í síðstu viku samtykti Løgtingið nýggju lógina um Fróðskaparsetur Føroya, ið nú eisini fevnir um Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Harvið gerst Fróðskaparsetrið munandi størri, og fara munandi fleiri hægri útbúgvingar at verða bodnar út í Føroyum. Í síni fráboðan skrivar Mentamálaráðið, at Fróðskaparsetur Føroya fer væntandi at vaksa komandi árini, so hvørt sum útboðið av útbúgvingum verður størri, og tá útbúgvingar væntandi verða bodnar út á hvørjum ári í framtíðini. Eisini er ætlanin, at útbúgvingar á Vinnuháskúlanum og partar av útbúgvingunum á Handilsskúlanum, gerast hægri útbúgvingar og partar av Setrinum. Hetta seinasta er nýtt og áhugavert, og er gott boð uppá, hvussu hesir báðir stovnar skulu menna seg til tær nýggju avbjóðingar, ið fylgja av globaliseringini.??
Við nýggju lógini verður Fróðskaparsetrið til eitt nútímans universitet. Rættvíst ella órættvíst, so hevur Setrið av einum breiðum almenningi verið mett sum ein akademiskur støðuhylur, eitt lokað og avbyrgt samfelag í samfelagnum. Hóast tekin seinastu árini hava verið um, at stovnurin var við at lata seg upp fyri umheiminum, hevur myndin av einum ávísum trekleika verið standandi. Stovnurin var so ikki tað lokomotiv, sum universitetini í grannalondunum og úti í Europa eru. Hetta hevði ivaleyst sínar orsøkir, sum ikki bert vóru at finna á stovninum, men í eins stóran mun hjá avvarandi myndugleikum. Men nú er so gongd komin á nútímansgerðina, løgting og landsstýri tykjast sinnað at játta stovninum tað fæfeingi, sum skal til fyri at menna stovnin, og tað boðar frá góðum. Nú ræður um, at raðfesta útbúgvingar og gransking við skili. Nýggj viðkomandi útbúgvingartilboð eru á veg, tað er sera gott, men vit kunnu ikki dylja, at vit eru vónbrotin um, at ein føroysk fjølmiðlaútbúgving ikki er ímillum hesar. Vónandi verður hetta veruleiki um ikki alt ov langa tíð.
Sosialurin