Løgmanni á baki kemur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri almannamálum Hans Pauli Strøm við sínum dómi, og hann er ikki mildur, kallar uppskotið eina sápubløðru og boðar frá, at tað kemur ikki uppá tal at hækka pensjónsaldurin. Hann hevur onga kunning fingið frá FMR. Hann er misnøgdur við, at embætisfólk føra síni tilmæli fram, sum var tað ein politisk avgerð: - Tað eru ikki embætisfólk í FMR og Landsbanka,ið skulu stinga politisku kósina út í kortið viðvíkjandi pensjónum og pensjónsaldri, sigur hann. Hans Pauli heldur bólkin vera farnan út um sín setning, sum var at gera uppskot til eftirlønaruppsparing og ikki at blanda alt annað uppí. Hann er ikki sørt firtin um, at hann sum avvarandi landsstýrismaður hvørki hevur verið eftirspurdur ella kunnaður. Hann vísir á, at neyðugt er við orðaskifti um alla eftirlønarstøðuna, men ger vart við, at hetta má gerast í samráð við avvarandi landsstýrismann.
Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at samgongan enn einaferð hevur fingið ein samstarvstrupulleika. Her er alt, ið bendir á stríð millum landsstýrismenn. Orsøkin er at fíggjarmálaráðharrin hevur trolað innanfyri hjá almannaráðharranum, ið hevur ábyrgd av pensjónsøkinum. At løgmaður alment fráboðar sín stuðul til klandursuppskotið og harvið eyðmýkir sín egna landsstýrismann ger ikki støðuna betur. Hetta mál snýr seg ikki longur um pensjónsskipan, men um áralagið í samgonguni, ið støðugt versnar. Tað er eygsýnt fyri øllum, at okkurt er galið við samskipanini í landsstýrinum. Høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger, og heildarmyndin er ein babyloniskur ruðuleiki, har eitt rópar kálk og annað rópar stein. Slíkar hendingar sum henda við pensjónsuppskotinum eru ikki fremjandi fyri álitið á samgongu, og løgmaður skal taka eitt óndartak, um hetta álit skal endurskapast. Hann má taka um rótina, ið er, at samgonguflokkarnir hava heilt ymiskar dagsskráir fyri hesa samgongu. Stórir og hóttandi búskapartrupulleikar verða kveistraðir til viks við neoliberalistiskum flosklum, meðan orkan verður nýtt til klandur og markeringar. Hetta kann skjótt enda galið.
Sosialurin