ODDAGREIN: Sambandsflokkurin missir størsta aktivið

Eingin ivi er um, at tað er ein stórur missur fyri Sam­bands­­­flokk­­in, at størsti profilurin í flokkinum í nógv ár nú gevst í politikki. Bárður Nielsen hevur ver­ið sera væl lýddur sum landsstýrismaður - og hann var eitt upplagt formansevni hjá flokkinum, sum hevur havt nógvar formanstrupulleikar seinastu árini - og hann var eisini upplagda løgmansevnið hjá Sam­bands­flokk­inum.

Tað er valla heldur av ongum, at ein stór fyritøka, sum tann hjá Jákupi á Dul Jacobsen headhuntar sjálv­an fíggjarmálaráðharran - og við tí øllum tí góða »brandinum«, sum er kring hann - at standa fyri stóru verk­æt­l­an­ini við Stórutjørn.

 

Spurningurin er, um hetta er ein nýggjur trend­ur, sum kemur higar til lands, at ungir evnaríkir pol­it­ik­arar leggja frá sær fyri at taka við av­bjóð­ing­um í vinnulívinum. Vit kenna hetta aðr­a­staðni frá, eitt nú Henn­ing Dyre­mose í Danmark, sum var fíggj­ar­mál­­a­ráð­harri - og sum seinni varð head­hunt­aður sum stjóri fyri Tele Danmark - núverandi TDC.

 

Tað kann sjálvandi vera gott, at politiska skipanin re­krut­erar vinnulívsleiðarar, men so kunnu vit eis­ini seta spurnigin, um landsstýrismannalønin er ov lág.

 

Stóri spurningurin er, hvør verður nýggur lands­stýr­is­mað­ur fyri Sambandsflokkin. Mest upplagdi kand­i­dat­ur­in er uttan iva formaðurin sjálvur, Kaj Leo Jo­hann­e­sen. Sum fíggjarmálaráðharri síðstu mánaðirnar fram til valið fær hann profilerað seg - og hinvegin kann tað ikki ganga heilt galið, tí hann fær tikið sær æruna av øllum tí góða og víst øll tí óhepna frá sær.

 

Nógv í tingmanning floksins kunnu útilokast: Johan Dahl varð frákoyrdur í hesum valsekiðinum. Alfred Olsen hevur avskrivað seg sjálvan, tí hann er farin úr samgonguni. Edmund Joensen er tingformaður, Lisbeth Petersen er á veg út. Tí er Kaj Leo Johannesen tann mest upplagdi, um tað skal verða ein av teimum fólkavaldu.

 

Men ein stórur trupulleiki er kortini, at um Kaj Leo Johannesen fer í landssstýrið, so stendur løg­tings­sess­ur­in opin fyri Heðini Mortensen, ið sum kunnugt ikki er sambandsmaður longur. Hendir tað, so fer Heðin Mort­en­sen upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.

 

Fyri Sambandsflokkin er timingin hjá Bárði Nielsen undir øllm umstøðum sera óheppin. Flokkurin missir størsta aktivið og við so stuttum skotbráð fær flokkurin ikki sett nýtt fólk við.